Nýggjársaftan klokkan 11.30 verður skipa fyri einum gongutúri frá Vindmyllulundini í Porkerishaganum. Á túrinum koma okur framvið hesum støðum: Vágfelli, Vágsskarð, Hvannafelli og oman á Hálsin, harfrá okur ganga oman vil Vág. Hetta er ein avbera flottur túrur, har útsýnið er framúrskarandi.
Okur møtast við niðankoyringina til vindmyllulundina í Porkerishaganum. Gingið verður eftir vegnum niðan til vindmyllurnar. Um tað er koyrandi niðan ber tað eisini til at koyra niðan til ovastu vindmylluna.
Túrurin er miðal strævin. Heitt verður á fólk um lata seg í eftir umstøðunum, góðar gangi skógvar/stilvar, húgvu og handskar.
Túrurin er umleið 8,3 km og tekur umleið 3 tímar.
Øll eru vælkomin við á túrinum. Túrurin er tó ikki hóskandi fyri smærri børn.
Ferðaleiðari er Jens Petur Brattalíð.
Túrurin er ókeypis og tilmelding er ikki neyðug.
Legg til merkis, at túrurin kann verða avlýstur orsaka av vánaligum veðri.
Facebook viðmerkingar