Siðvenja er at brenna bát á nýggjárinum í Vági, soleiðis verður sjálvsagt aftur í ár. Seinastu nógvu árini hevur Jakob Skaaning staðið fyri prýðing av bátinum, sum hevur drekastevni og skjøldrar og ímyndar víkingaskip.
Jakob greiðir frá, at hugsanin er, at talan er um víkingaskip, sum stevnir sína seinastu leið út eftir fjørðinum, meðan hann spakuliga verður etin av eldhavinum.
Um midnáttarleitið í kvøld fara 140 menn og kvinnur at standa kring bátin við logandi faklum. Og áðrenn faklarnir verða tveittir á bátin, verður sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” sungin.
Facebook viðmerkingar