André Dalfoss nýggjur formaður í TB

TB hevur havt eykaaðalfund, har nýggjur formaður bleiv valdur. Talan er um André Dalfoss, sum var formaður í felagnum fyri nøkrum árum síðani.

TB skrivar, at fyrireikingarnar móti kappingarárinum í ár av álvara eru farnar í gongd. 

TB skrivar:

Tað er at fegnast um, at TB eigur nógvar ungar leikarar, ið uttan iva fara at fáa ein lyklaleiklut komandi kappingarár. Hóast tað er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at klára seg uttan útlendskan styrk, serliga hjá einum felag í Suðuroynni, so er tað felagsins vón, at ungu og lokalu leikararnir gerast bulurin á tí liði, sum aftur fer at royna seg í bestu deildini.
Enn er seinasta hond ikki løgd á hópin fyri komandi ár, men TB arbeiðir hart fyri at leingja við fleiri av berandi kreftunum frá farna kappingarári, ikki minst við okra egnu ungu leikarar. Eisini kann væntast, at nýggj andlit verða at síggja í hópinum kappingarár.
Ynskið hjá nýggja formanninum og nevndini annars er, at øll standa saman um TB, og at tað skal gangast Tvøroyrar Bóltfelag, leikarum og stuðlum væl í komandi ári.

Facebook viðmerkingar