FabLab bootcampur í Vági

Í døgunum 9. til 13. januar er FabLab Vágur vertur fyri einum FabLab bootcamp, har umboð fyri FabLabs í norðurlondum luttaka.

Hvørt ár í januar mánað verður skipað fyri einum bootcampi fyri LabLabs í norðurlondum og í ár er FabLab Vágur vertur. Endamálið við hesum bootcamps er, at styrkja um samstarvi, netverka, at deila vitan og at fáa altjóða samstørv í lag.

Í fimm dagar verður skipa fyri verkstovum, framløgum, opnum FabLab’ið, árliga fundinum og samankomsti í Vági. Á bootcampinum í ár er evnið at endurskapað nýtt úr náttúrligum og lokalum tilfari. Luttakararnir á bootcampinum fara at arbeiða við m.a. ull og hornum, og mentan og list. Tilfar sum fyrr varð nýtt dagliga, men í dag verður størsti parturin av hesum burturbeindur. Tankin er, at luttakararnir frameftir kunnu arbeiða við hesum tilfarið í ymiskum samanhangum.

Verturin fyri bootcamparnar verður valdur árið fyri. Her leggur hvørt FabLab fram og eftirfylgjandi stemma leiðararnir fyri FabLabini, hvør hevði mest áhugaverdu framløguna. Og í fjør varð FabLab Vágur stóri vinnarin, sigur Tina Tausen, leiðari í FabLab Vágur.

Sum nakað serligt, so sleppa luttakararnir at royna Føroya einasta escape room, sum FabLab Vágur hevur ment saman við Navid O’Lari úr Belgia. Navid hevur í tveimum umførum vitja FabLab Vágur í 2022 og luttekur eisini á bootcampinum, sum serligur gestur.

Íalt verða 30 luttakara, harav nakrir lærarar frá Vágs skúla luttaka. Tey luttakandi koma frá Danmark, Íslandi, Finlandi, Svøríki og Føroyum.

Facebook viðmerkingar