Starvið
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv í fyrisitingini á Miðnámsskúlanum í Suðuroy er leyst at søkja. Talan er um
starv ¾ tíð.
Starvið verður at seta skjótast til ber.
Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:
• Journalrøkt
• Bókhald og lønir
• Umsita og skráseta næmingamál
• Ymiskt samskifti og viðurskifti við lærarar og næmingar
• Umsita inngangandi og útgangandi samskiftið skúlans
Førleikakrøv
Vit ímynda okkum at tú hevur:
• Skrivstovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving umframt viðkomandi starvsroyndir
• Royndir við journalarbeiði
• Royndir við bókhaldi
• Fyrikomandi og leggur dent á góða tænastu
• Góð samstarvsevni
• Góð evnir at skipa arbeiði, at arbeiða sjálvstøðugt og klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
• Lætt við at arbeiða við teldu og seta teg inn í nýggjar skipanir
• Kunnleiki til BSL, FSL og journalskipanina 360 er ein fyrimunur
Vit bjóða
Talan er um eitt sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við skiftandi uppgávum innan alt skrivstovuyrkið.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til:
Miðnámsskúlin í Suðuroy
Att. Bogi Mortensen
Grønudalur 2
950 Porkeri
Ella sum teldupost til
bogi.mortensen@skulin.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 22/1-2023
Hevur tú spurningar ella vilt vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Boga Mortensen, umsitingarleiðara
á tlf. 218442 ella á bogi.mortensen@skulin.fo
Facebook viðmerkingar