Varðin Pelagic fegnast um borgarafund

Varðin Pelagic: Varðin Pelagic fegnast um, at Tvøroyrar Kommuna hevur tikið stig til at skipa fyri borgarafundi í sambandi við, at Varðin Pelagic hevur søkt um byggiloyvi til nýggja protein og lýsiverkætlan.

Á borgarafundinum fara umboð fyri Varðan Pelagic at greiða frá um verkætlanina. Millum annað verður greitt frá, hvussu eitt nýmótans framleiðsluvirki framleiðir proteinir og lýsi uttan lukt, støv og óljóð í nærumhvørvinum. Harumframt verða visualiseringar av verkætlanini vístar.

Í sambandi við fyrireikingararbeiðið av verkætlanini hevur Varðin Pelagic fingið ráðgeving og vegleiðing frá fleiri fyritøkum og stovnum, og hevur felagið heitt á umboð fyri hesar fyritøkur og stovnar um at luttaka á borgarafundinum, so verkætlanin kann lýsast so væl sum til ber.

Ráðgevar, ið luttaka á borgarafundinum eru:

• VERKFO, Hans Haraldsen (Byggiharraráðgevi)

• Haarslev, Torben Preitz og Birgir Finnbogason (Útgerð)

• Niras, Torsten Ostenfelt (Luft- og luktútlát)

• Purenviro, Knut Wiik (Luft- og luktútlát – luftreinsan)

• Seako, Helge Korsager (Ráðgevi innan framleiðslu av protein og lýsi)

• Steingrund Akustik, Johannes Steingrund (Ljóð)

• Jysk Skorstensservice, John Ellingsgaard (Skorstein)

• FUGLARK, Svend Sivertsen (Arkitektur)

Fundarluttakarar fáa høvi at seta umboðum fyri Varðan Pelagic og ráðgevum spurningar.

Umframt omanfyri nevndu eru, Arbeiðseftirlitið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, SEV, Umhvørvisstovan og ORKA, við Kára Mortensen, boðin við.

Facebook viðmerkingar