Fyrsta dagin í nýggja árinum fylti mín gamli vinur, Jógvan Dahl, 75 ár.
Men, áðrenn hol var komið á vikuna, var hann farin í annað ljós.
Hóast heilsuveikur hesi seinastu árini, hevði jeg ikki roknað við, at hann skuldi fara so skjótt.
Jógvan var sonur Einar Dahl á Gørðunum í Vági og Jensiu (vanliga nevnd Duddan) f. Andreasen úr Havn. Eftir barnaár í Vestmanna og í Havn flutti familjan til Vágs, tá ið Jógvan var hálvvaksin.
Tað var í 1960 árunum, tá ið hárið tók at vaksa og ljóðið (óljóðið, vildu summi vera við) úr hátalarunum harðnaði, at okra vegir runnu saman í Vági. Futtur var í tónleikalívinum. Robert McBirnie og vinmenn høvdu orkestur. Teimum á baki komu Jógvan og hansara vinmenn.
Okur í «Sound Pipers» vóru í 1967 so smátt farnir at klimpra í Gamla Skúla. Málið hjá okum var at spæla til dans í ”Framtíðini”. Tá var heppið at hava Jógvan í bygdini. Hann var okum ein sera góður stuðul og mentor at leggja okum lag á. Okur hava honum nógv fyri at takka!
Hesa tíðina knýttu okur báðir vinabond, sum hava hildið til denna dag. Hóast hann var 5 ár eldri enn jeg, so hevði tað ongan týdning, tí í tónleiki er eingin aldursmunur.
Stóra fyrimyndin hjá Jógvani (og øðrum ungum alvum) var Hank Marvin úr The Shadows. Vakra, melodiøsa guitarspælið hjá honum hugtók so mangan ungan mann, sum hevði fingið fatur á einum guitari. Hesin tónin hjá Marvin hoyrdist aftur í spælinum hjá Jógvani…
Seinri komu okur nógv saman í Havn, tá ið jeg gekk í Hoydølum og Jógvan á Fróðskaparsetrinum. Onkur túrur um Suðuroyarfjørð gjørdist minniligur. Tá sigldi «Dúgvan».
Í seinru helvt av 1970 árunum helt vinalagið og tónleikurin fram í Odense, tá ið okur báðir búðu á H.C. Ørsteds Kollegium. Har fann hann sína fittu Lene úr Brande. Ofta kundi sjongurin runga so lystiliga í kamarinum. Og tað var ikki frítt, at onkur hevði hug at kæra um larm.
Øðrvísið var við Føroyingafelagnum á Fjóni, sum helt til í Deyvafelags-húsinum í Læssøgade.
Seinri komu familjur og børn løgdust afturat. Tá gjørdist okur nærmastu grannar í íbúðarblokkunum í Klingstrupvænget. Har fingu okur nøkur góð og stuttlig ár. Haðani var skjótt at súkkla út á lærda háskúlanum ella í Rosengårdssentrið.
Einaferð høvdu okur keypt nøkur seyðarhøvd (”lammeansigter”) frá einum turkiskum slaktara. Ein lítil gassbrennari varð fingin til vega at svíða við. So út á grasplenuna at svíða. Onkur vil vera við, at børnini í grannalagnum fylktust um hesar merkiligu menn! ”Må vi lege med?»
Annars spældu okur eisini fólkatónleik um tað mundið við guitari, banjo og harmoniku. Hóraldur Joensen hálaði í bjølgin. Eitt skiftið kom Niels Olsen úr Vestmanna eisini upp í leikin.
Eftir lokna útbúgving lá leiðin hjá okum báðum aftur á klettarnar. Tey búsettust í Havn, okur í Klaksvík – og seinri í Vági. Sambandið okra millum hevur tó verið ósvikaligt øll árini.
Fyri nøkrum árum síðani fluttu Jógvan og Lene niður, har børnini, Hanne og Martin og ommu- og abbabørnini búgva. Seinastu fastalávint vitjaðu okur hann, har hann búði beint aftanfyri Amagersentrið. Hóast veikur, var høvdið enn sum í gomlum døgum. Nú vóru dagarnir so uppi.
Hann varð fluttur á sjúkrahús við ongum viti.
Á sjúkrahúsinum royndi læknin at fáa samband við hann og spurdi, hvar hann var staddur. Tá svarar Jógvan við veikari rødd: ”í Vági!”
Regin Dahl, skyldmaður hansara, sigur í yrkingini ”Aftur í Vági”:
”Her droymdi teg roysni, tú flest hevur int,
men enn leika logar, ið tú hevur kynt”.
Friður veri við minninum um vinmannin, Jógvan Dahl. Harrin styrki tykkum, ið eftir sita.
Arnfinnur Thomassen
Facebook viðmerkingar