Bóltfelagið Royn hevur gjørt avtalu við Ken Fagerberg, Jón Thomsen, Benjamin Midjord og Rúna Thomsen um, at taka sær av 2. deild kappingarárið 2023.
Ken og Jón koma at taka sær av venjingunum hjá liðnum í Hvalba.
Benjamin kemur at taka sær av venjingunum hjá liðnum í Havn.
Ken, Jón og Benjamin koma at spæla við til dystir, og tí kemur Rúni Thomsen, ið eisini tók sær av liðnum í 2016, at standa á odda fyri liðnum undir dysti.
Ígjøgnum hvørja viku og fram til hvørja dystarbyrjan, koma allir fýra at hava tætt samskifti um, hvussu liðið skal skipast v.m.
Vit gleða okkum til samstarvið og kappingarárið, og fyrireikingarnar eru farnar í gongd, skrivar Royn í dag.
(Rúni Thomsen vantar á myndini)
Facebook viðmerkingar