Tórsmorgunin 26. januar klokkan 10.00 bjóðar Vágs Kommuna vinnurekandi í Vági til eitt prát í Miðlatúni.
Endamálið við vinnuprátinum er at styrkja samskiftið og samstarvið í millum tey lokalu vinnurekandi og kommununa. Eisini er høvið at netverka og styrkja sambond í millum tey vinnurekandi í Vági.
Øll vinnurekandi í Vágs Kommunu eru hjartaliga vælkomin, og bjóðar Vinnu- og Havnanevndin kaffi og kaku. Umboð frá Vágs Kommunu og býráðnum luttaka á vinnuprátinum.
Facebook viðmerkingar