Grannakaffi við goðum tónleiki í Meinigheitshúsinum

Tiltaki Grannakaffi, sum verður í Meinigheitshúsinum í Vági hósdagin, er samstundis eisini ein syng føroyskt dagur, tí til tiltakið koma fleiri sangar og tónleikarar at framføra.

Ingun Háberg hevur sett ein vársang á skránna til Grannakaffi. Ingun spælir og syngur nógv, bæði privat og í starvinum í Vágs skúla. Á jólum sang hon kórrødd til flottu jólakonsertina í SALT. 

Annar ið eisini kemur at syngja og spæla er Dagfinn Olsen, ið eins og Ingun er lærari í Vágs skúla og nýtir nógva tíð at undirvísa í tónleiki og spæla tónleik í skúlanum eins og í frítíðini. Sangirnir Dagfinn kemur at syngja og spæla bera brá av sálmi og fólkatónleiki. 

Men tað eru ikki bara tilflytararnir Dagfinn og Ingun, ið koma at syngja tí lokali Rúni í Lágabø, sum javnan er at hoyra í ymiskum rásum, verður eisini partur av grannakaffitiltakinum, og kemur hann at syngja ymiskt hann hevur latið úr hondum gjøgnum ár og dag.

Tiltakði Grannakaffi verður í Meinigheitshúsinum í Vági hósdagin 9. mars kl. 15.00 – 18.30 og tónleikaframførslurnar eru millum 16.00-17.00.

Facebook viðmerkingar