Daniel Petur og Jens vunnu 9. umfar í sjavs

1. mars varð 9. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag, og hetta umfarið vunnu Daniel Petur Thorsteinsson og Jens Mørk.

Úrslitið av umfarinum var hetta:

Nr. 1. Daniel Petur Thorsteinsson og Jens Mørk, 4 stig hvør
Nr. 2. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 3 stig hvør
Nr. 3. Eyðolv Bech og John. Bech, 2 stig hvør
Nr. 4. Sverri Magnussen og Páll Lervig, 1 stig hvør.

Næsta umfar í sjavskappingini verður í kvøld, tórskvøldið 9. mars. Spælt verður í VB-húsinum og byrjað verður kl. 18.30. Øll eru vælkomin.

Facebook viðmerkingar