Nógvi kavin, sum er komin niður í nátt, darvar framvegis ferðsluni í Suðuroynni. Leið 700 og leið 701 koyra framvegis ikki.
Í bygdunum í oynni darvar nógvi kavin eisini ferðsluni og í morgun byrjaðu nakrir skúlar ikki fyrr enn kl. 10, tí tað var ikki farandi frá húsum.
Veðrið er batna út á fyrrapartin og gognd er komin á at rudda vegir í bygdunum og millum bygdirnar.
Facebook viðmerkingar