Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2023 verður avdúkað fríggjadagin 17. mars kl. 16.45 á Leiðaradegnum, sum verður á Hotel Føroyum. Synergi skipar fyri leiðaradegnum. Kjósanin verður stroymd á Facebook síðuni hjá Synergi kl. 16.45.
Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2023, hevur nú funnið fram til 6 sterkar topp-kandidatar. 3 innan privatu vinnuna og 3 innan tað almenna.
Í dómsnevndini at velja Ársins leiðarar 2023 sita Marjun Eystberg, Input, Niels Winther, Vinnuhúsið og Johnny í Grótinum, Fróðskaparsetur Føroya.
TOPP 3 innan tað almenna – í stavrað:
Alexandra á Dul, stjóri Klaksvíkar sjúkrahús
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági
Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni
TOPP 3 innan tað privata – í stavrað:
Brian Smedemark, stjóri í Trygd
Kirstin Hammer, stovnari og stjóri í Gómagott
Suni Justinussen, stjóri í JT Electric
Fríggjadagin 17. mars kl. 16.45 verður avdúkað, hvørji gerast Ársins leiðarar
Stóra leiðsluráðstevnan, har leiðarar úr øllum landinum hittast, verður á Hotel Føroyum fríggjadagin 17. mars kl. 13 – 17. Dagurin er fyri bæði almennar og privatar leiðarar, nýggjar sum royndar, yngri sum eldri. Enn ber til at tekna seg til dagin og døgurðan aftaná á synergi.fo.
Facebook viðmerkingar