Hvalbiar Sóknar Kappróðarfelag (HSK), varð sett á stovn 25. februar 2023 og skal felagið hava eitt búmerkið.
Í tí sambandi fara vit við hesum at skriva út búmerkjakapping, fyri at fáa eitt búmerkið til felagið.
Endamálið hjá felagnum er at geva limunum høvi at rógva og vera við í rógvikappingum.
Vit ynskja at felagið skal hava eitt búmerkið, tí skriva vit við hesum út eina búmerkjakapping.
Títt uppskot til eitt búmerkið skal vera okkum í hendi seinast 18. mars 2023 og skal sendast til okkum á teldupostið hsk@hsk2023.com, viðmerk teldupostin Búmerkjakapping.
Nevndin tilskilar sær rætt at velja millum innkomnu uppskotini.
Vinnarin fær eitt stórt føroyskt framleitt páskaregg og heiðurin at hava gjørt búmerkið.
Navnakapping
Hvalbiar Sóknar Kappróðarfelag hevur fingið eitt 5 mannafar til ognar og skulu vit hava eitt navn til bátin.
Tí skriva vit við hesum út navnakapping. Hevur tú eitt gott hugskot til eitt navn til bátin, so er at koma við hugskotum.
Tú kanst vera við í kappingini við at senda títt uppskot, gjarna við einari frágreiðing um hví tú heldur hetta navnið. Uppskot skulu sendast okkum í teldupostið á hsk@hsk2023.com, seinast 18. mars 2023. Viðmerk teldupostin Navnakapping.
Nevndin tilskilar sær rætt at velja millum innkomnu uppskotini.
Vinnarin fær eitt stórt føroyskt framleitt páskaregg og heiðurin at hava komi við uppskotinum til navnið.
Facebook viðmerkingar