Halla Nolsøe Poulsen næsti stjórin í NORA

Tað verður Halla Nolsøe Poulsen, sum verður næstu stjórin í NORA.

Halla Nolsøe Poulsen er 45 ára gomul og Cand.Scient.Pol. frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur harumframt útbúgving í projektleiðslu.

Hesi seinastu trý árini hevur Halla hevur hon verið sendikvinna á føroysku sendistovuni í Reykjavík.  Fyri tað hevur hon verið seniorráðgevari í Norðurlandaráðnum í átta ár, verið fulltrúi á løgmansskrivstovuni, og fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, við ábyrgd fyri luttøku Føroya í norðurlendska samstarvinum.

Ásmundur Guðjónsson hevur verið stjóri seinastu átta árini og hansara sáttmáli gongur út í summar.

Halla Nolsøe Poulsen byrjar í starvinum 1. september.

Norrønt Atlantssamstarv, NORA, er eitt samstarv, ímillum Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Noreg.

Eitt av høvuðsendamálunum hjá NORA er at styrkja støðuna hjá norðurlondunum í altjóða høpi. Fyri at røkka hesum endamáli arbeiðir NORA eitt nú við at økja um samstarvið millum vinnu-, granskingar- og menningarfyritøkur tvørtur um landamørkini.

Facebook viðmerkingar