Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja størri virðisvøkstur í fiskivinnuni við at eggja vinnuni at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið.
Sum liður í hesi tilgongd skipar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri ráðstevnu um virðisvøkstur í fiskivinnuni á Hotel Føroyum hin 19. apríl 2023. Ein skrá fyri dagin verður løgd út í næstum.
Gestarøðarar vera tveir granskarar, sum hava drúgvar royndir við virðisøking í fiskivinnuni. Annar fyrilestrarhaldarin er Margareth Kjerstad úr Noregi, sum er granskingarleiðari á C Food Norway – ein fyritøka, ið framleiðir hágóðskuvørur burtur úr hjávørum, so sum høvd, bein og innvøli. Hin fyrilestrarhaldarin verður eitt umboð frá Matís í Íslandi, sum eisini hevur arbeitt innan hetta virkisøkið í mong ár.
Eftir fyrilestrarnar frá gestarøðarunum verða framløgur frá umboðum úr føroysku fiskivinnuni, sum hava gjørt sær royndir innan økið. Hesar framløgur fara serliga at leggja dent á møguleikar, forðingar og hvat krevst fyri at menna hjávørur (høvd, innvøl o.a.) úr botnfiskiskapinum til hávirðisvørur, og at virðisøkja uppsjóvartilfeingið í størri mun enn gjørt verður í dag.
Melda teg til ráðstevnuna her: Leinkja
Facebook viðmerkingar