DAGFØRING: Gongutúrurin niðan á Rávuna – fluttur til sunnudagin

DAGFØRING:

Vegna keðiliga veðurforsøgn, so er gongutúrurin fluttur til sunnudagin, 21. mai, klokkan 13.00.

——-

Leygardagin 20. mai verður skipa fyri gongutúri við ferðaleiðara niðan á Rávuna.

Byrjað verður klokkan 13.00 við nýggja gongutúraskeltið, sum er tætt við Verkstaðið á Bakka, og gingið verður eftir nýggju rásini niðan á Rávuna.

Ferðaleiðari á túrinum er Jens Petur Brattalíð. Les meira um nýggju rásina her.

Gongutúrurin er partur av átakinum Várdagar í Vági. Les meira um átakið her.

Facebook viðmerkingar