Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2023
2 lærarar í fast starv.
1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023/24 vegna barnsburðarfarloyvi
4-5 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2023/24 vegna lækkað tímatal, serligan tørv, og avlopstíma.
1 námsfrøðing/stuðul í fast starv í sertilboðið okkara Lonin. Hetta starvið hevur lønarbrøk 0,9
3 námsfrøðingum/stuðlum í tíðaravmarkað størv. Eitt starv hevur lønarbrøk 0,8 og er í sertilboðið okkara Lonin. Eitt hevur lønarbrøk 0,6 og er í innskúlingini. Eitt hevur lønarbrøk 0,6 og er í miðdeild skúlans.
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:
– eru samstarvs- og virkisfús,
– eru fyrikomandi og løtt at koma á tal við
– eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
– leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.
– duga væl at samstarva.
– Hava góðar KT-førleikar á brúkarastøði
Førleikakrøv lærarar
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv.
Ynskiligt er at tey, ið sett verða kunna undirvísa í hesum lærugreinum: ítrótti bæði til gentur og dreingir, lívfrøði, náttúra & tøkni, dansk, føroyskt
Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær floks-/toymisleiðslu.
Lønar- og setanartreytir – lærarastørv
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2023.
Førleikakrøv – námsfrøðingar
Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar, ella royndir innan skúlaøki. Umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, kunnu søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava prógv.
Lønar- og setanartreytir – námsfrøðingar/stuðlar
Størvini sum námsfrøðingar/stuðlar eru sáttmálasett, og verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Barnaváttan krevst
Umsóknir
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 31. mai 2023 kl. 13.00. Umsóknir verða sendar til:
Vágs Skúli
Vágsvegur 32
FO-900 Vágur
Ella í teldubrævi til: john.henrik.holm@skulin.fo
Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, John Henrik Holm tlf. 239330 ella til varastjóran, Anita Nysted tlf. 239334
Í Vágs Skúla ganga skúlaárið 2023/24 umleið 230 næmingar í 1.-10.flokki.
Í skúlanum arbeiða 35-40 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivari, reingerðarfólk og húsavørður.
Facebook viðmerkingar