Magni Mohr til spanskt stórfelag

Magni Mohr hevur seinastu tíðina verið í Spania, har hann hevur vant Deportivo La Coruna, har Clarence Seedorf er nýggjur venjari, hetta skrivar in.fo í dag.

Í samrøðu við in.fo sigur Magni Mohr.

– Eg vil ikki siga so nógv beint nú, men eg kann siga so mikið sum, at eg umhugsi støðuna, sigur Magni Mohr, sum váttar at hann hevur verið í Spanina seinastu tíðina og havt veningar í Deoprtivo La Coruna.

Spanskir miðlar skriva, at Magni Mohr verður partur av bjargingarætlanin hjá Clarence Seedorf. Heimskendi fótbóltsspælarin, sum síðani er blivin venjari, skal bjarga Deportivo La Coruna, sum liggur næstaftast í La Liga. Tí tykist fyribils talan verða um eina bjargingarætlan.

Liðið telur fleiri kendar spælarar. Har í millum Sully Muntari, ið júst er komin til felagið. Eisini kann nevnast Lucas Pérez, ið er leigaður frá Arsenal, og danski Michael Krohn-Dehli.

Deportivo La Coruna verður roknað sum eitt av miðal stórt feløg í Spania. Besta tíðin í felagnum var um aldarskiftið, tá liðið vann La Liga í 2000, og steypakappingina í 2002. Liðið var eisini í fleiri førum í Champions League.

Magni Mohr, sum í dag er lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur fyrr verið í venjaratoyminum hjá feløgum sum Juventus og Chelsea

 

Kelda: in.fo

Facebook viðmerkingar