Vitjan í Frelsunarherinum á Hvítusunnu 26. – 28. mai

Á Hvítusunnu vitja hjúnini Major Marit og Emil Skartveit, Frelsunarherin í Vági. Tey virkaðu sum leiðarar her í Vági í 1990 og vitja aftur fyri fyrstu ferð síðani tá. Marit er í dag virkin innanfyri fongsulsarbeiði Frelsunarhersins og Emil hevur í árunum sum hava gingið givið bøkur og annað skrivitilfar út.

Tey gleða seg til vitjanina á Hvítusunnunu, undir heitinum ”Fylling Guds – í okkum – við Sínum Heilaga Anda og Eldi” og er skráin fylgjandi:

Fríggjadagin 26. mai
kl 20 Sangmøti, ”Orðið á borðið” og aðrar sangkreftir luttaka.
Marit og Emil hugleiða og greiða frá ymiskum. Drekkamunnur verður aftaná møtið

Hvítusunnudag 28. mai
kl 12 Halgunarmøti við sunnudagsskúla, Major Marit Skartveit talar.
kl 14 Felagsdøgurði á Hotel Bakkanum (tilmeldan)
kl 18 Hvítusunnumøti, Major Marit Skartveit talar og drekkamunnur verður aftaná møtið.

2. Hvítusunnnudag 29. mai
kl 09.30 ”Orðið á borðið» og Frelsunarherurin luttaka, við sangi og andakt á Garðabrúgv, í samband við at grindabátarnir verða flotaðir.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar