Varðin Pelagic skipar fyri stórum sjógætistiltaki á mentanarnáttini á Tvøroyri 26. mai, har vit borðreiða við alskins leskiligum sjórættum. Gutti Winther kemur suður at gera ymiskar rættir úr okkara fiski. Tað fer at smakka!
Tú fær møguleika at royna royktar, saltaðar, súltaðar og djúpstoktar rættir úr makreli, sild, svartkjafti og toski. Vit bjóða alt frá grót føroyskum til thailendskar rættir. Drykkjuvørur verða at fáa afturvið, og sjálvandi verður okkurt til ta søtu tonnina omaná. Tiltakið verður á havnarlagnum uttanfyri skrivstovubygning okkara millum kl. 18.00 – 20.00.
Facebook viðmerkingar