Fast samband um Suðuroyarfjørð er alneyðugt, ongin ivi er um tað!

Við áhuga havi eg seinastu 25-30 árini fylgt við gongdini í fólkatalinum í Føroyum, í sýslunum, í kommunum og bygdum. Og tá søguliga gongdin eisini verður tikin við, so er tað rættiliga áhugavert at fylgja við hvat sker við fólkatalinum í økjum kring landið – og hvat “útloysir” uppgongd og niðurgongd.

Verður spolað gjøgnum eina langa árrekkju, so er tað sjón fyri søgn, at moderniseringin av føroyska samfelagnum – frá landbúnaðar samfelagnum, til fiskivinnu samfelagið, til modernaða vinnusamfelagið, til dagsins vitanar- og tænastusamfelag – hevur ført við sær eina sterka miðsavning til høvuðsstaðarøkið. -Júst sum okur hava sæð tað í londunum kring okkum.

Ymiskt frambrot hava gjøgnum tíðirnar “útloyst” vøkstur í fólkatalinum í nøkrum økjum, á sama hátt kunnu hesi somu frambrot hava ført við sær minkandi fólkatal í øðrum økjum, tí fólk eru flutt til “modernaðu” økini.

Vøksturin í miðstaðarøkinum hevur havt hesa ávirkan á nógv útjaðarapláss kring landið. Fyrst við minking á smáplássum í útjaðaranum og síðani eisini á størri plássum, sum ikki hava fast samband við miðstaðarøkið.

Eitt av heilt avgerandi frambrotunum í Føroyum í nýggjari tíð, tá tað snýr seg um menning og fólkavøkstur kring landið, eru undirsjóvartunlarnir.

Við undirsjóvartunlum er veruleikin hjá fólki í Vágum, í stórum pørtum av Norðoyggjum, og eisini í Eysturoynni í einum høggi broyttur heilt grundleggjandi.

“Í gjár vóru vit avskorin, livdu eftir einari ferðaætlan, bíðaðu eftir ferjuni, fingu sjóverk á veg tvørtur um fjørðin, og fóru ikki um fjørðin uttan tað var alneyðugt.

Í dag fara vit bara. Koyra tá vit hava hug, sita væl, og tað tekur bara nakrar minuttir, so tað hevur onki uppá seg at fara.”

Undirsjóvartunlarnir hava verið rættiligir “game-changers” fyri fólk í Vágum, í Norðoyggjum, og í Eysturoynni – og um stutta tíð eisini í Sandoynni. -Og um fimm ár búgva tað ikki 1.239 fólk í Sandoynni (sum tað gjørdi 1. mai í ár), men 1.500+ fólk, tí tey hava fast samband, hava fríheit at fara hvørt sekund á degnum alt árið – og júst tað er avgerandi í dagsins samfelag.

Í Suðuroynni er støðan syrgilig.

Søguna um vøkstur í fólkatalinum í Føroyum sum heild, og null vøkstur ella lítil minking í fólkatalinum í Suðuroynni kenna okur væl. Men bara eina ferð seinastu 15 árini ella so, er fólkatalið minkað við 53 fólkum uppá 1 ár – soleiðis sum tað minkaði frá mai 2022 til mai 2023 – og minkingin er í øllum kommunum í oynni, uttan Hovs kommunu, sum aftur hevur strítt seg uppum 100 fólk.

Neyðugt hevur í fleiri ár verið at fáa Suðuroynna “undir læknahond”. Diagnosan er púra greið: Suðuroyggin bløðir spakuliga út.

Tíðin hevur til alla lukku arbeitt fyri okkum, fyri Suðuroynni og fyri Føroyum. Ein kendur “heilivágur” er funnin, sum er royndur í Føroyum nú á fjórða sinni seinastu 23 árini – og “heilivágurin” virkar.

Við undirsjóvartunlum hava okur skapt vøkstur í Vágum, í Norðoyggjum og uppaftur størri vøkstur í Eysturoynni. Í Sandoynni er kósin eisini rætta vegin nú, hóast Sandoyartunnilin ikki er liðugur – vøksturin í fólkatalinum er útvið 1%, tvs. á sama støði sum landsmiðal.

Skal Suðuroyggin vaksa aftur og við tí eisini skapast øktur vøkstur í Føroyum, so krevur tað, at “heilivágurin” verður brúktur eina ferð afturat – tað krevur at undirsjóvartunnil verður gjørdur til Suðuroynna.

Í tráð við samgonguskjalið, so er fyrireikingararbeiðið kring Suðuroyartunnilin farið ígongd og arbeiðið gongur eisini við ferð. Og hetta so heilt avgerandi málið fyri Suðuroynna má ongantíð ov skjótt verða gjørt klárt og lagt fyri politiska myndugleikan til støðutakan.

Eitt er púra greitt, fast samband um Suðuroyarfjørð er heilt avgerandi neyðugt, bæði fyri Suðuroynna og fyri Føroyar !

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar