Góðu áhoyrarar, góðu loysingarfólk – og góðu tykur í Unga Tjóðveldi
Í einum av mongu vøkru yrkingunum um land okkara byrjar Hargaskaldið Poul F. Joensen yrkingina ella sangin “Langtan í útlegd” soleiðis:
Bart av brimi, fjart í villum Atlantshavi,
vetrarstormar ýla, strongir streyma strítt,
kyst av sól á sumri, grønt frá fjall til fjøru,
liggja Føroyar, fríða føðilandið mítt.
Í eini 1200-1300 ár ella meir hava fólk búleikast her á landi. Hava ætt eftir ætt við náttúruni sum grundarlagi bygt upp grundvøll undir familjuni, bygdarlívinum – ja, undir menning av øllum samfelagnum.
Fyrstu mongu øldirnar við tí, sum náttúran gav av fjalli til fjøru, í bergi og ikki minst í sjóøkinum kring oyggjarnar. Seinni víðkaðist sjónarringurin og fiskiskapur í stórum pørtum av Norðuratlantshavi gjørdist týðandi grundarlag undir gerandisdegnum og framburðinum í okkara vakra landi.
Allur Heimurin er nógv broyttur seinastu 200 árini – soleiðis eisini á okkara leiðum – og okur kunnu bara ásanna, at ferðin á broytingunum hevur verið øgilig seinastu ártíggjuni.
Men grundvøllurin undir samfelagnum er tó framvegis hin sami – tilfeingið úr havinum og á firðum okkara er framvegis høvuðsgrundarlag undir vælferðini í Føroyum – og hetta verður eisini høvuðsgrundarlagið undir gonguni fram ímóti sjálvstýri Føroya. Tí summi lond hava olju. Onnur hava mineralir, diamantar og kopar. Her á oyggjunum hava okur fiskin. Tað er okkara náttúrutilfeingi, tað er okkara høvuðs ingridiensur til at skapa og menna samfelagið til júst tað, sum okur í felag ynskja okkum. Og um okur vilja tað ella ikki, so hevur fiskurin týdning fyri alt í samfelagnum.
Tí fari eg hesa Ólavsøkuna at taka fram tvey orð. Tvey kanska nógv brúkt orð. Onkur vildi kanska sagt tvey útvatnað orð. Men kortini tvey orð, sum eg haldi, hava sera stóran týdning fyri Føroyar, og sum okur øll áttu at havt fokus á.
Orðini eru: Virðisøking og nýskapan. Lat meg siga hví.
Í ár fara okur væntandi at fiska eini 700 mió. kg. ella umleið 35 kg av fiski fyri hvønn føroying hvønn dag í árinum. Hugsa tykkum til – 35 kg av fiski hvønn dag eitt heilt ár fyri hvønn einstakan av okkum.
Við hesum ovurhondstóra tilfeinginum finna okur eisini fundamentið fyri tí sjálvberandi búskapinum, sum skal verða grundarlag undir føroyska statinum.
Men eg haldi, at okur eiga at fáa meiri burturúr tilfeinginum – og tí hevur landsstýrið eisini sett á breddan hesi orðini – nýskapan og virðisøking av tilfeinginum – til frama fyri manningar, reiðarí, fyritøkur og arbeiðsfólk á landi, ja til frama fyri alt samfelagið.
Og fyri at seta hetta í ein samanhang – ein virðisøking á 1 krónu pr. kg. svarar til meiri enn árliga blokkstuðulin úr Danmark.
At fáa eina krónu meira fyri hvørt kilo av okkara náttúrutilfeingi letur seg væl gera. Okur kunnu t.d. spyrja okkum sjálvi – fyri eina tjóð, sum tosar so nógv um makrelkvotur, hvussu ber tað til, at okur ikki kunnu keypa t.d. makrel í dós, uttan at tað stendur eitt danskt navn á dósini? Fyri eina stórhavstjóð, sum tosar so nógv um norðhavssild, hvussu ber tað til, at okur ikki fáa føroyska sild aftur við føroyska snapsinum í kvøld? Fyri eitt land, við tí sermerkta toskinum á Føroya Banka, hvørjir møguleikar eru ikki í at gera meira burturúr søguni og virðinum á hesari sermerktu rávøru?
Sum sagt – ein virðisøking á 1 krónu pr. kg svarar væl og virðiliga til árliga blokkstuðulin úr danska statskassanum.
Ímyndi tykkum, um føroyingar løgdu høvdini í blot og eydnaðist gjøgnum nýskapandi tankar at virðisøkja okkara dýrabara tilfeingi, so okur fingu hasa einu krónuna ella kanska báðar tvær aftrat fyri hvørt kilo av okkara tilfeingi.
Eg veit hetta er rættiliga óítøkiligt, og ljóðar fyri summi kanska sum akademikara orð, sum ikki ordiliga hava nakað innihald. Men lat meg geva eitt dømi upp á virðisøking gjøgnum nýskapandi hugskot.
Eg var í Ísafjørðinum í Íslandi í 2019 og vitjaði fyritøkuna Keracis. Hendan fyritøkan framleiðir øðrvísi vørur úr fiski. Tey eru kendast fyri at hava gjørt toskaskræðu til kunstiga húð, sum m.a. fólk, sum hava verið úti fyri eldsbruna ella hava ólekilig sár og líknandi, gera brúk av. Hendan fyritøkan selur hesa kunstigu húðina runt allan knøttin og hevur bæði skapt virði burturúr onkrum, sum okur annars ikki leggja stórt virði í, og hon hevur við hesari vøruni kollvelt læknavísundina. Hugsa tær til – toskaskræða sum kunstig húð.
Okkurt høvdu tey gomlu sagt, um hetta hugskotið kom á banan fyri kanska 50 árum síðani – tá toskaskræða fór burtur sum slógv? Og her tosa okur um virðisøking á munandi meira enn tað einu krónu, sum eisini var sjónligt, tá ið fyritøkan, sum byrjaði sum eitt hugskot í 2009, fyrr í summar varð seld fyri 9,5 milliardir krónur.
Møguleikarnir fyri nýskapan eru óendaligir, og her í Føroyum hava okur tilfeingi til at gera tað ómøguliga, til at gera tað sum fyrr var óhugsandi.
Nú havi eg sjálvur nevnt blokkstuðulin nakrar ferðir í hesari røðuni.
Men sum tíðin gongur haldi, eg tey flestu eru við at koma til tað niðurstøðu, at hasar góðu 600 milliónirnar – ja, tær eru ikki tungan á vágskálini. Hatta er ikki munurin millum um okur liva ella doyggja. Hesar milliónirnar hava, sum hvørt ár gongur, minni og minni týdning og áðrenn okur vita av, so hava tær als ongan týdning yvirhøvur.
Tað, sum hinvegin framum alt annað hevur týdning fyri framhaldandi nýskapan og virðisøking í føroyska samfelagnum, er skipanin av tí føroyska statinum. Við føroyska statinum verða okur á jøvnum føti við onnur sjálvstøðug lond kring heimin.
Okur skulu ikki enduruppliva støður, sum í Finnlandi herfyri, tá ið føroysk viðurskifti vóru viðgjørt á toppfundi, uttan at nakar føroyingur yvirhøvur var í rúminum. Okur mugu hava okkara egnu rødd í altjóða samrøðuni – og ikki hoyra eina danska rødd stýrda av danskari dagsskrá. Okur skulu ikki vera ein lítil prikkur í onkrum altjóða spæla, men tosa hart og týðiliga umboðandi eina stórhavstjóð í Norðuratlantshavi. Tað eru okur, sum her búgva, sum eiga at vera tey einastu, sum tosa vegna føroyingar, vegna føroyafólk. Tí tað er heilt vist, at eingin annar ger tað betur enn okur sjálvi.
Og ja, tað gleðir meg eisini at staðfesta, at skipanin av føroyska statinum aftur er á politiskari dagsskrá. Økt ferð er sett á tilgongdina við skerjing av blokkstuðlinum og yvirtøku av fleiri málsøkjum – og fleiri eru á veg.
Men gongan fram ímóti fullveldinum krevur stuðul frá tykkum, krevur stuðul frá fólki kring alt landið – tí ætlanin er ikki at taka ferðina av fullveldisgongini, men heldur at seta ferðina upp, soleiðis at okur í næstu framtíð eisini kunnu teljast millum heimsins sjálvstøðugu tjóðir.
Men loysing, at skipa fullveldi, ella skipan av føroyska statinum er tó ikki bara eitt einfalt roknistykkið um blokkstuðul og pengar frá danska statskassanum, men í stóran mun eisini ein spurningur um trúgv á egnan mátt og megi.
Trúnna upp á, at okur her í Føroyum við okkara tilfeingi í havinum og okkara menniskjaliga tilfeingi megna at skapa eitt sjálvstøðugt land. Og tað trúnna hava nógv okkara við okkum á leiðini hvønn dag.
Okur brúka jú stóran part av okkara lívi at skapa persónligt sjálvræði og búskaparligt frælsið. Okur skipa familju og seta búgv. Arbeiða fram ímóti at hava rásarúm og sjálvræði í gerandisdegnum, tí okur vilja jú ráða okkum sjálvum – uttan uppíblanding frá øðrum, heldur ikki frá okkara allar nærmastu.
Okur rokna ikki allar detaljurnar út frá byrjan, men trúgva uppá at okur fara at megna tað – og byrja so eina avbjóðandi og kanska eisini ofta trupla gongu fram ímóti persónligum sjálvræði, sjálvavgerðarrætti, rásarúmi og egnum fíggjarligum frælsi.
Hvør sær hava okur stóra trúgv á egnan mátt og megi – so tað er ikki ein ókend gonga hjá flestum okkara at ganga sjálvræðis- og fullveldisleiðina fyri land okkara.
Fyri okkum í Tjóðveldi er málið púra greitt, kósin er sett og lagt er frá landi. Í felag fara okur eisini at røkka málinum, soleiðis at okur innan alt ov langa tíð kunnu standa saman her á Doktaragrund á Ólavsøku í einum frælsum sjálvstøðugum Føroyum.
Ólavsøku-tíðin er eisini tíðin har fleiri tykkara bíða í spenningini eftir svari frá útbúgvingarstovnum. Nøkur tykkara eru undir fyrireikandi útbúgving, onnur eru farin undir hægri útbúgving – og nøkur tykkara hava um dagarnar fingið svar uppá um tykur sleppa inn á dreyma útbúgvingina. Nøkur tykkara eru undir útbúgving her á landi, onnur uttanlands.
Tá okur fara undir útbúgving er tað jú ein háttur at uppnáa betri førleikar, størri vitan, betri handalag og so framvegis – alt ein partur av at virðisøkja okkara egna lív og ikki minst ein altumráðandi partur av at virðisøkja og nýmenna tað føroyska samfelagið. Øll eru okur við til at endurskapa, broyta, kollvelta hetta samfelagið, sum okur øll eiga. Og hvør veit, kanska onkur av tykkum kemur við tí føroyska svarinum upp á toskaskræðu sum kunstiga húð.
Fyri 30 árum síðani fór eg eisini undir útbúgving – í einum tíðarskeiði, har stór búskaparkreppa var kring landið, arbeiðsloysið var høgt og fólk fluttu uttanlands at leita sær eydnuna. Útbúgvingarmøguleikarnir vóru ikki teir stóru í Føroyum tá – hetta er lukkuvís við einum styrktum Fróðskaparsetri broytt seinastu árini – so hjá mær og so nógvum øðrum gekk leiðin í hesum árum í 1990unum uttanlands í útbúgvingarørindum.
Eg havi fingið nógv gott inn við móðurmjólkini, so tað at venda heim aftur og royna at gera ein mun og tað at stríðast fyri einum frælsum Føroyum var frá byrjan fremst í huganum. Soleiðis var tað eisini hjá nógvum av teimum lesandi í mínum nærumhvørvi í Norðurjútlandi. Føroyar og tað sum hendi her heima, føroyskur skaldskapur, tónleikur og føroyskir sangir vóru partur av okkara gerandisdegnum – og í røttum 80’ara og 90’ara anda var Frændur sjálvandi á breddanum við gittara og sangi, tá okur møttust í veitslulag.
Tá eg var liðugur við útbúgvingina var bara eitt í huganum – at sleppa heim aftur!
Og var eg so heppin at ein grønlendskur trolari, sum mín góðu vinmaður og stóri tjóðveldismaður, Hans í Líðini, sáli, tá førdi, lá í Skagen – og eg slapp við til Føroyar.
Út móti midnátt hetta vakra kvøldið síðst í september loystu okur í Skagen og løgdu leiðina vestur gjøgnum Skagerak. Tá leyst var úr landi í mánalýsinum hetta kvøldið á brúnni saman við Hans í Líðini fangaði eg meg at syngja innantanna seinasta ørindi í “Langtan í útlegd” hjá Poul F. – eitt ørindi, sum eg eisini fari at geva tykkum ungu, sum fara út í heim, við í viðførinum á leiðini.
Nú skal stevnast heim til ætt og fornar vinir,
festa aftur fót á gomlu Føroyajørð,
hoyra kvæðir ljóða, miklar boðar bróta,
hoyra fuglagleim í sól um Beinisvørð.
Eg vil ofra Føroyum síðsta mátt og megi,
mál og mentan menna til eg skal í mold,
her sum rótin rann við barm tín vil eg hvíla,
Føroyar, føðilandi, fagrasta á fold.
Takk fyri – og takk til Unga Tjóðveldi fyri heiðurin at flyta fram røðu her á Doktaragrund á Ólavsøku.
Góða Ólavsøku øll somul.
Facebook viðmerkingar