Tá eg tórskvøldið hugdi eftir sendingini, “Gud signi Føroyar”, ið mest snúi seg um Zarepta, má eg viðganga, at eg siti eftir við sorg í hjarta mínum.
Sjálvur havi eg notið ómetaliga nógv gott av legunum, sum byrjaðu við Áir í 1965, og fluttu til Vatnsoyrar í 1967. Seinni havi eg hjálpt til á legunum til eg í 1988 kom í leiðsluna, sum eg var í í 25 ár, til í 2013.
Og, eg spyrji meg sjálvan, sum sendingin gav úttrykk fyri, um tað veruliga er so, at vit hava forskrekt mong børn. Er tað veruliga so, sum sendingin mest snúi seg um, at hetta arbeiði leggur áherðslu á ein boðskap, sum bert elvir til ótta og sálarkvøl! Er veruliga so lítið gott í hesum arbeiði, sum eg, saman við mongum øðrum, hava lagt míni bestu ár í?
Vegleiðingar til leiðarar og starvsfólk!
Ynski mítt er at gera nakrar viðmerkingar til sendingina, men skal eg fyrst greiða frá leguarbeiðinum, sum mong okkara hava lagt okkum eftir at útinna samvitskufult og á ein kærleiksfullan hátt.
Tíðliga hava legurnar havt stuttar vegleiðingar og endamálsorðingar, fyri at tey, ið komu á legu, skuldu hava eina góða uppliving.
Síðan, sum arbeiðið vaks, fóru vit í holt við at skriva fleiri nágreiniligari vegleiðingar til leiðarar og starvsfólk, og var hetta fyrst í 90-unum. Hesar verða lisnar saman við áðurnevndu við hvørja legubyrjan, fyri at vísa á rættan atburð og framferðarhátt mótvegis børnum og ungum.
Eisini eru gjørd andaksheftir, sum leiðararnir brúka til morgun- og kvøld andaktirnar, alt fyri at hjálpa leiðarunum, tá teir læra børnini og tey ungu.
Endamálið við legunum í Zarepta.
Tað man ikki vera nakað ivamál fyri nakran føroying, hvat ið er endamálið við legunum, sum vit eisini síggja á heimasíðuni hjá Zarepta:
Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegunum er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds.
Dentur verður eisini lagdur á at leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur, sum at vera ásettum reglum lýðin, at fremja siðiliga atferð og at virða náttúru-, mentanar- og tjóðskaparvirði.
Eisini ynskja vit at geva børnunum og teimum ungu eina góða uppliving saman í einum tryggum umhvørvi við spæli og fjørbroyttum frítíðarítrivi.
Vegleiðingar.
Hóast tað negativa, sum kom fram í sendingini tórskvøldið, so er tó endamál okkara at vísa børnum og ungum á kærleika Guds soleiðis, at tey kunnu koma at kenna Hann, sum elskaði tey og gav Seg sjálvan fyri tey.
Hetta verða støðugt bæði leiðarar og starvsfólk mint á at gera við virðing fyri barninum, sum hetta brot úr vegleiðingini eisini vísir á:
Farið varisliga við viðkvomu barnasálunum, sum tykkum eru litnar í hendur. – Kensluliga eru børn løtt at ávirka og at ræða.
Verið umhugsin, hvussu tit tosa við barnið um frelsuna. Tað er umráðandi, at tit á ein einfaldan hátt greiða frá øllum tí grundleggjandi frelsuni viðvíkjandi, soleiðis, at barnið sjálvt skilir, at tí tørvar at verða frelst.
Leggið áherðslu á kærleika Kristusar og tað himmalska soleiðis, at tey fara at leingast eftir at kenna Kristus sum Frelsara sín.
Vit eiga ikki at krógva burtur, at tað er eitt stað, sum vit mugu verða frelst frá. – Tó mugu vit ikki trýsta barnið, hvørki við ógvisligum orðum um fortapilsið ella við ræðandi frásøgnum.
Gleði og ótti!
Vit vita, at tað eru mong, ið eru farin signaði og glað aftur av legunum. Tey høvdu ein góðan leiðara, sum kærleiksfult greiddi teimum frá kærleika Guds og sum gjørdi, at tey upplivdu tryggleika á leguni.
At eingin slíkur slapp fram at í sendingi, undrar meg! – Spurningurin er, hvussu góður journalistikkur, ið tað er, bert at taka tað fram, sum ikki eydnaðist so væl!
Men, tað er eisini ein veruleiki, sum sendingin legði so stóra áherðslu á, at nøkur eru farin óttafull aftur av legunum.
Hóast vit í einum slíkum arbeiði royna at minna á, hvussu vit eiga at fara at mótvegis børnunum, so er tað tó soleiðis, har menniskju eru, at mistøk verða gjørd. Onkur er farin um mark við at nýta ógvislig orð. Onkur er farin inn á evnir, ið ikki hóska at viðgera saman við yngru børnunum.
Men, tað er júst hetta, ið vit leggja okkum eftir at forða fyri. – Og, tá vit eru blivin varðug við, at onkur er farin um hetta mark, hava vit altíð viðgjørt tað í størsta álvara.
Og, eg vil, eftir at eg í mong ár var í leiðslu í Zarepta, biðja inniliga um umbering í teimum førunum, har leiðarar og onnur ikki hava vandað sær um, hvussu tey hava tosað við børnini.
Ymiskir aldrar.
Tað hevur nógv at siga, sum tað eisini kom fram í Degi og Viku fríggjakvøldið, hvussu vit tosa við teir ymisku aldrarnar. Arbeiði í Zarepta spennir heilt frá børnum og til vaksin fólk.
Munur er á einum 8-10 ára gomlum barni og einum 14-16 ára gomlum unglinga. Vit kunnu ikki altíð brúka somu orð og myndir, men eiga at taka hædd fyri, sum vit nevna í vegleiðingunum, at børn og ung eru viðkvom.
Vit eiga altíð at tosa varðisliga og kærleiksfult við børnini og tey ungu. At royna at ræða nakran til eina avgerð við at vera ógvisligur, er ongantíð rætt.
Vit mugu minnast til, sum vit lesa í Bíbliuni (1. Kor. 3), at okkara uppgáva er at sáa Orð Guds, og at tað síðan er upp til Gud at geva Orðinum vøkstur.
Trupuleikar á 10 ára legu.
Vit hoyrdu um 10 ára gamlan son, sum bleiv so ræddur. Eg veit ikki, um mamman, sum var við í sendingini, tosaði við leiðsluna um tað, ið sonurin var úti fyri. Men, um illu andarnir veruliga blivu útpenslaðir soleiðis, so átti leiðslan at fingið hetta at vita, so hon kundi rættleitt leiðaran.
So var ein eldri kvinna nevnd, sum av talarapallinum skuldi hava sagt, at: “hon fyrr um dagin hevði staðið og hugt út yvir alla fjøldina av spælandi børnum á spæliplássinum og at hon bleiv so kedd tá hon sá tey av tí, at hon visti, at nógv av teimum komu ikki til Himmals, men fóru direkta í Helviti”. – Eg má siga, at tað undrar meg, um hetta var júst so! Eg fái meg illa at trúgva, at hon hevur málborið seg soleiðis, og kundi eg tí hugsað mær at fingið at vita, hvør hon var, so eg kundi spurt hana um hetta.
Sálarligur ágangur!
Tað er ongantíð rætt at hótta nakran at venda við til Harran, og hetta leggja vit áherðslu á í Zarepta.
Føroyingasøga sigur okkum, at Sigmundur Brestison nýtti slíka skeiva framferð ímóti Tróndi í Gøtu. Hann hótti hann enntá við lívinum, um hann ikki læt seg doypa.
Eisini hava mong sonn kristin, ið ynsktu at fylgja læruni í Bíbliuni um m.a. dóp av trúgvandi, í øldir útstaðið ræðuligar atsóknir frá teimum etableraðu kirkjunum. Hesi vóru atsøkt og enntá dripin av tí, at tey ikki vildu boyggja seg fyri læruni hjá ávikavist tí katólsku og tí Luthersku kirkjuni. Og børnini vóru mangan tikin frá foreldrunum og tvangsdoypt.
Slík framferð er fremmand fyri boðskapinum, sum vit finna í evangeliinum.
Í Zarepta leggja vit okkum eftir at kunngera kærleika Guds í Kristusi fyri børnunum og ynskja vit ikki at trýsta nakran til nakað.
Ógvusliga hóttanin!
Eg má persónliga siga, at ógvusligi málbururin hjá Sjúrði Skaale um dreingirnar, um teir ikki trúðu Bíbliuni, at: “so skuldu teir brennast í Helviti altíð”, er fullkomiliga fremmandur fyri mær, tá eg hugsi um legurnar, sum byrjaði við Áir og hava hildið fram í Vatnsoyrum.
Sjálvur kom eg til persónliga trúgv á Harran Jesus sum 11 ára gamal. Eg minnist bert kærleika og hjartalag teirra, ið kunngjørdu okkum boðskapin um Jesus, sum kom til jarðar og gav Sítt lív fyri okkum fyri at frelsa okkum.
Góðska og kærleiki Guds til mín í Kristusi, sum leiðarar og starvsfólk vístu mær á, gav mær hug at trúgva á Jesus.
Neyðugt at forskrekkja?
Tá parturin við miðaldarligu myndunum um illar andar og Helviti verður sett saman við úttalilsunum hjá leiðsluni í Zarepta, er niðurstøðan hjá Heina: “Við øðrum orðum tykist leiðslan á Zarepta at halda, at ágangandi boðskapurin um Himmal og Helviti, sum loypir ótta á børn og ung, er ein fastgrógvin partur av boðanini í Zarepta.”
Men, hetta tykist at vera ein manepulerandi niðurstøða! Mær tykir, at tá leiðslan í Zarepta úttalar seg, er tað meiri generelt um ótta og ikki í sambandi við 8-12 ára gomul børn.
Vit vita tó øll, at ótti onkuntíð kann vera gagnligur í lívsins viðurskiftum, av tí, at hann fær okkum at taka nøkur fyrilit, so at vit ikki koma til skaða.
Men, at hetta er framferðarhátturin mótvegis børnunum í Zarepta, kenni eg einki til.
Jú, sum áður nevnt, eru nøkur farin um mark, men at hetta er generelli framferðarhátturin í boðanini av evangeliinum fyri børnunum, er ein rong niðurstøða!
Indoktrinering.
Tá tað kemur til indoktrinering, kunnu vit altíð diskutera, hvat ið tað er. Í veruleikanum kunnu vit siga, at alt, ið verður lært í samkomum, kirkjum, skúlum og heima er eitt slag av indoktrinering.
Tí er tað sera álvarsamt, hvat vit læra okkara børn og ungu. Og, serliga álvarsamt er tað, ið foreldur og avvarandi leggja niður í børn síni.
At vera einum barni til ástoyt, er ómetaliga álvarsamt, sum Jesus eisini leggur áherðslu á, tá Hann sigur: “Tað var honum betri, at mylnusteinur varð hongdur um háls hansara, og hann varð kastaður í havið, enn at hann skuldi vera einum av hesum smáu til ástoyt.” (Lk. 17:2).
Ja, tað er ómetaliga álvarsamt at vera teimum smáu til ástoyt – og serliga við at forða teimum at koma til Jesus, so tey kunnu verða frelst!
Jóhannes 3:16-18.
Tá Jesus tosaði við Nikodemus, sum ikki var nakað barn, men ein væl lærdur maður, gav Hann okkum kendasta ørindið í Bíbliuni:
“Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.”
Boðskapurin í hesum ørindi er um kærleika Guds til okkara, har Sonur Guds læt lív, fyri at geva okkum ævigt lív. – Men, legg merki til, at ørindið eisini inniheldur tað, ið Jesus kom at frelsa okkum frá – fortapilsinum.
Legg síðan merki til, hvat ið ikki var endamálið við komu Jesusar og hvat ið var endamálið: “Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.”
Síðan vísir Jesus á, hvussu okkara persónliga støðutakan til Hann ávirkar framtíð okkara: “Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.”
At dómur er fyri framman, er nakað, ið Jesus talar um í øllum evangeliunum, og er hetta orsøkin til, at Hann kom til jarðar og gav lív Sítt – fyri at kunna bjarga okkum frá dóminum.
Signingar evangeliums!
Tað er ein veruleiki, at hin kristni boðskapurin hevur verið til stóra signing fyri heimspart okkara og fyri land okkara.
At tað ikki altíð hevur verið farið fram við vísdómi, er eisini rætt, men har ið boðskapurin um Jesus Kristus og Hann krossfestan vann fram, vóru fólkasløg lyft upp úr vesaldómi og vánaligum lívi.
Vit duga ikki at ímynda okkum, hvussu land okkara hevði sæð út, um hesin boðskapur ikki var komin til oyggjar okkara. Hann hevur havt eina ómetaliga góða ávirkan á øll øki í samfelagnum.
Kendi enski høvundurin og professarin, C. S. Lewis, sum upprunaliga var gudsavnoktari, men sum seinni gjørdist kristin, hevur sagt, at “tey, sum hava gjørt mest fyri hendan heim, eru tey, sum hava verið mest upptikin við hin komandi heim.”
Vónandi kemur hesin boðskapur um kærleika Guds í Kristusi framvegis at sermerkja land og fólk okkara!
Bøn mín og ynski er, at vit øll skulu duga betur og betur at bera góða boðskapin um Jesus Kristus og Hann krossfestan fram, í álvara og í kærleika – bæði fyri børnum og vaksnum!
John í Skemmuni.
Facebook viðmerkingar