Eitt spennandi starv sum eventleiðari í SALT, er leyst at søkja.
Vit bjóða tær eina øðrvísi avbjóðing í einum av mest spennandi mentanarhúsum í landinum. SALT er í støðugari menning, og tú fært ein lyklaleiklut, hvussu vit framhaldandi skulu menna okkum.
Sum eventleiðari fært tú ábyrgd og frælsi til at menna virksemið í húsinum, soleiðis at SALT áhaldandi er eitt livandi og virkið mentanarhús, ið gevur suðringum og ferðandi mentanarupplivingar, ið eru viðkomandi og mennandi.
Tú ert full/ur í góðum hugskotum, og er ikki bangin fyri nýhugsan.
Tú torir at taka ábyrgd, tú megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn, og tú megnar at lofta teimum aftur.
Tú hevur eitt skipað arbeiðslag og ert fyrikomandi.
Sum eventleiðari hevur tú tætt samstarv við samskiparan og leiðsluna í húsinum, eins og tú ert tú ein nátúrligur partur av starvsfólkatoymunum hjá SALT. Vit síggja fram til ein eventleiðara, sum er við til at seta eina kós, til gleði og gagns fyri okkara viðskiftafólk.
Viðkomandi útbúgving ella royndir eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Arbeiðsuppgávur og arbeiðsbyrða eru skiftandi, og tú fært stórt frælsi til at leggja arbeiðið til rættis. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og ein partur av arbeiðnum er um kvøldið og í vikuskiftum. Tí mást tú vera búsitandi í Suðuroy, frá tí at starvstíðin byrjar.
Talan er um hálvtíðarstarv, og lønar- og setanartreytir verða eftir avtalu við Saltsilogrunnin.
Møguleiki er at søkja bæði eventleiðara- og samskiparastarvið, nú bæði størvini eru lýst leys samstundis.
Saltsilogrunnurin tilskilar sær rættin til at lýsa starvið av nýggjum, um mett verður at eingin skikkaður umsøkjari er.
Áhugað eru vælkomin at venda sær til Ólav Rasmussen, stjóra, á tlf. 21 30 13, ella á teldupost or50@mac.com.
Umsóknir kunnu sendast við telduposti annaðhvørt til cn282060@gmail.com (Charlotta Nielsen) ella til or50@mac.com (Ólavur Rasmussen) ella sum bræv til: SALT, Drelnes 22, 827 Øravík.
Evsta freist at søkja er mánadagin, 14. august 2023.
Facebook viðmerkingar