Í føroyska sjúkrahúsverkinum eru líka yvir 1.100 ársverk, og av teimum eru í dag góð 71 prosent heilsustarvsfólk, meðan smá 29 prosent ikki eru heilsustarvsfólk.
Tað er ein broyting hend í tíðarskeiðnum 2019-2022, tá undanfarna samgonga sat, tí í 2019 var býtið smá 73 prosent heilsustarvsfólk og góð 27 prosent onnur.
Í tali av starvsfólkum er talan um, at síðan 2019 eru 26 ársverk sett av heilsustarvsfólkum, meðan 35 ársverk eru sett av øðrum.
Hetta kemur alt fram í fyrispurningi, sum landsstýriskvinnan í heilsumálum júst hevur svarað.
Í svarinum verður somuleiðis tilskilað, at sjúklingahotellið og deildin serviðgerð uttanlands ikki eru taldar við, og tí er væl hugsandi, at veruliga býtið hellir enn meira til onnur starvsfólk enn til heilsustarvsfólk.
Orsøkin til, at hetta kemur fram nú, er at Hagstovan í summar upplýsti, at samanborið við tey londini í Evropa, sum Hagstovan vanliga samanber við, so eru lutfalsliga allar flest onnur starvsfólk í sjúkrahúsverkinum í Føroyum.
Tað kann avgjørt hava sínar frágreiðingar. Ein er til dømis, at vit eru lutfalsliga fá fólk í Føroyum, og tá kunnu sera lítil tøl gera stóran mun, tá vit samanbera við onnur lond. Ein annar partur er, at ein partur av okkara sjúkraviðgerð fer fram uttanlands, har rokningar síðan verða sendar til Føroyar fyri arbeiðið, og ein triði partur kann vera, at ávísar tænastur í sjúkrahúsverkunum aðrastaðni eru útveittar, so til dømis vasking og matur ikki gerast talan um ársverk á sjúkrahúsunum.
Men samstundis hevur tað ljóðað, at vit kanska ikki hava fingið so nógv meira sjúkraviðgerð fyri tær øktu játtanirnar, sum sjúkrahúsverkið hevur fingið seinastu árini.
Nú er onkursvegna greitt, at økta játtanin í minni mun er farin til heilsustarvsfólk enn til onnur, men tað merkir ikki endiliga, at tað bara er blivið til meira umsiting, hóast tað er skjótt at hugsa tann tankan.
Tað kundi til dømis verið gott at fingið hesi tølini meira útgreinað frá sjúkrahúsverkinum í fakbólkar, sjúkrahús, deildir og so framvegis, so vit kunnu hava fult álit á, at vit sum samfelag alla tíðina fáa nóg mikið fyri tann skattin sum vit rinda.
Tað er ongin ivi um, at skulu vit koma til eitt fíggjarliga haldført og sjálvbjargið samfelag, so mugu vit alla tíðina fylgja væl við og finna loysnir, sum hóska seg til okkara samfelag, og tryggja, at vit fáa sum mest burturúr tí, sum vit rinda í felagskassarnar.
Les §52a spurningin hjá Eiriki í Jákupsstovu og svarið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, niðanfyri.
Facebook viðmerkingar