Við nýggju bókini Søga 6, sum hevur undirheitið spírar til nútíðarsamfelagið, hevur Erling Isholm skrivað søgubøkur til alla miðdeildina.
Í 2017 kom Søga 4, ein søguferð og í 2018 kom Søga 5, eitt land í menning
Við triðju søgubókini hevur fólkaskúlin fingið ikki bara upprunaføroyskar, men eisini nýskrivaðar bøkur til sjálvt endamálið, sum er undirvísing í lærugreinini søgu.
Í formælinum til nýkomnu bókina Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið, skrivar rithøvundurin:
– Í lógini um fólkaskúlan stendur, at eitt av endamálunum við skúlanum er, at “hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.”
Tað er serliga hetta endamálið, ið Søga 6, spírar til nútíðarsamfelagið, leggur seg eftir at greiða frá.
Í bókini er dentur lagdur á at greiða frá um, hvussu fólkaræðið spretti og vaks til tað, ið vit kenna sum fólkaræði í dag.
Sum heild er dentur lagdur á týdningin, ið lógir og rættarskipan hava havt upp gjøgnum øldirnar. Uttan lógir og eina vælvirkandi rættarskipan hevði neyvan borið til at ment samfelagið líka nógv, sum føroyska samfelagið veruliga er ment, síðan fyrstu fólkini komu henda vegin í landnámstíðini.
Seks høvuðspartar eru í bókini: Løgtingið var dómstólur, Føroyingar binda hosur, Fólkið fær valdið, Sjónleikasøga, Føroyingafelag og tjóðskaparrørsla og Føroyar fáa løgmann.
Í hesum pørtunum verður greitt frá politisku, málsligu og mentanarligu søgu Føroya.
Umframt hesar høvuðspartar eru fimm styttri partar um søguligar persónar, sum á ymiskan hátta hava gjørt nakað serligt.
Søguligu persónarnir eru allar kvinnur. Tær eru Eva Margreta Robring, sum var fútafrúa í Føroyum í 1700 talinum, Sigrid Niclasen, ið er fyrsta kvinna, sum hevur fingið skaldsligt verk givið út í bók, Andrea Árting, ið var fakfelagsfólk um ein háls, Marita Petersen, Føroya fyrsti kvinnuligi løgmaður og Eivør Pálsdóttir, heimskend sum sangskrivari og sangarinna úr Gøtu.
Facebook viðmerkingar