Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2023 eru játtaðar 800.000 kr. til at stuðla grønmetisframleiðslu í Føroyum. Endamálið við játtanini er at økja um vitan, royndir og kunnleika, sum kunnu vera við til at menna framleiðsluna av dygdargóðum grønmeti, sum verður framleitt í Føroyum. Stuðul kann veitast einstaklingum, feløgum og felagsskapum.
Lýst varð alment eftir umsóknum, og tá ið freistin var farin, vóru seks umsóknir komnar inn og søkt var um tilsamans 1.299.531 kr.
Jógvan Fróði Hansen / Biofar søkir um stuðul at halda fram við verkætlan, sum hevur til endamáls at kanna, hvussu tað ber til at avmarka skaðan, sum kálflugan hevur á grønmetisframleiðslu í Føroyum, í hesum føri á røtur.
Talan er um eina 3-ára verkætlan, sum fyrstu ferð fekk stuðul í fjør.
Søkt var um 157.180 kr. og verkætlanin fekk játtað stuðul upp á 125.000 kr.
Poul A. í Homrum
Verkætlanin hevur til endamáls at velta epli við bara at brúka biotøð sum føðsluevni.
Søkt var um 74.400 kr. og verkætlanin fekk játtað stuðul upp á 42.500 kr.
Veltan, Grøni háskúlin og Búnaðarstovan:
Søkt var um stuðul at seta gartnara el. tíl, sum kann ráðgeva innan grønmetisframleiðslu, og at fáa gongd aftur á virksemið hjá Veltuni á Sandi. Málið er við tíðini at skapa ein miðdepil fyri at menna grønmetisframleiðslu í Føroyum.
Søkt var um 800.000 kr. og verkætlanin fekk játtað stuðul upp á 525.000 kr.
Heri Guttesen
Søkt verður um stuðul at fara undir hydroponics-framleiðslu í einum fjósi.
Søkt var um 40.000. og verkætlanin fekk játtað stuðul upp á 20.000 kr.
Hans Poulsen
Játtaðar vóru 500 kr. at keypa plantutilfar til at dyrka jarðkneysar.
Gestur Hovgaard, Búgvi Matras Kristiansen og Teitur Árnason Dahl
Endamálið er at seta gongd á vinnuliga grønmetisframleiðslu við eplum og rótum í Fugloy.
Søkt var um 227.451 kr. og verkætlanin fekk játtað stuðul upp á 85.000 kr.
Facebook viðmerkingar