Samfelagsfrøði á miðnámi í hálva øld

Útgávutiltak verður á Námi fríggjadagin 25. august 14:00 í sambandi við at “Føroysk samfelagsfrøði – B-stig” er komin út. Hendan bók er enn ein liður í støðugu menningini av samfelagsfrøði sum lærugrein.

Í fjør vóru 50 ár síðani samfelagsfrøði varð sett á stovn sum miðnámslærugrein. Hetta tíðarskeið er hend ein støðug faklig og málslig menning av lærugreinini, ið eisini hevur verið ein av oddafiskunum í menningini av føroyska málinum á miðnámi.

Nú 51 ár eru gingin, finst tilfar til samfelagsfrøði heilt frá 7. fólkaskúlaflokki upp til og við 2. miðnámsflokk. Vónandi verður hildið fram at gera tilfar til 3. miðnámsflokk og yrkisnám.

“Føroysk samfelagsfrøði – B-stig” er í summar útkomin bæði sum samvirkin bók (sBók), elektronisk bók (eBók) og sum prentbók (pBók). pBókin inniheldur alt kjarnutilfar og ískoytistilfar, men ikki eykatilfar, uppgávur, venjingar og aðrar samvirknar hentleikar. sBókin og eBókin komu út longu 1. juli í ár, men pBókin kom ikki í handlarnar fyrr enn um miðjan august.

sBókin er at finna á samfelagsfrodi-b.sbok.nam.fo – og krevur hald. Fram til útgávutiltakið er eitt kapittul í sBókini tó latið upp fyri almenninginum, og áhoyrarar verða tí bidnir um at hava fartelefon við, so bókin kann roynast í verki.

Harumframt verður kunnað um, at “Føroysk samfelagsfrøði – C-stig” er munandi dagførd í summar, m.a. sambært ynskjum frá lærarum. Hendan sBók er at finna á samfelagsfrodi.sbok.nam.fo

Skrá:

  • Sigfríður Sólsker, deildarleiðari, bjóðar vælkomin.
  • “Samfelagsfrøði á miðnámi í hálva øld”: Fyrilestur við støði í minnisgrein hjá Christian Ihlen. Sámal Matras Kristiansen leggur fram og hugleiðir.
  • “Føroysk samfelagsfrøði – B-stig”: Sámal Matras Kristiansen, ritstjóri, sýnir fram bókina, og gestirnir sleppa at royna seg samvirkið.

Eisini verður felagssangur, kaffi, frukt og kaka.

Facebook viðmerkingar