Søgan endurtekur seg, verður ofta tikið til.
Er ein søga um Suðuroyartunnilin í miðlunum og um tað fyrireikandi arbeiðið, sum er sett ígongd av samgonguni við útgreining av øllum tættum, sum hava við Suðuroyartunnilin at gera, so eru menn klárir sum skjóta við skørpum.
Týskvøldið var eitt jaligt innslag í Degi & Viku um at arbeiði við forkanningum í sambandi við Suðuroyartunnilin gingu væl. Tosað varð um verkætlanina og eisini um hvat Suðuroyartunnilin fer at kosta.
Í Degi & Viku í kvøld var annað tónalag. Tosað varð við tveir menn, sum vóru samdir um, at ætlanin er “óðamannaverk”, ført verður eisini fram “at samfelagið hevur ikki ráð til Suðuroyartunnilin”, og “alt annað má setast á pausu, um farið verður undir Suðuroyartunnilin”.
Hetta eru ikki ókendir tónar frá somu monnum. Og parolan er næstan, at eitt frával av Suðuroyartunlinum ger, at Suðuroyarleiðin verður ókeypis, tí má onki gerast.
Verður hugt fíggjarlógini vm., so fer Suðuroyarleiðin í 2023 at kosta umleið 120 mió. kr.
Verður hildið fast í siglandi farleiðini komandi 30 árini, so fer hon at í rakstri at kosta eini 3,6 milliardir kr. tilsamans næstu 30 árini. Í sama tíðarskeiðið skal byggjast fyrst ein nýggjur Smyril innan eini 5 ár og so aftur ein nýggjur Smyril um 30 ár – ein íløga á 1-1,5 milliardir kr. pr. skip, ella umleið 2-3 milliardir kr. tilsamans næstu 30 árini.
Verður hildið fast í siglandi Suðuroyarleiðini, sum okur kenna hana í dag, so verður við øðrum orðum talan um eina útreiðslu á tilsamans 5,5-6,5 milliardir kr. næstu 30 árini.
Ikki heilt ókeypis eru tey flestu helst samd um.
Aftur til Dag & Viku týskvøldið.
Teitur Samuelsen, stjóri í PF Suðuroyartunnilin – og stjóri í PF Eysturoyar- og Sandoyartunlar, sum hevur staðið á odda fyri størstu tunnilsverkætlan í Føroya søgu, greiddi í Degi & Viku týskvøldið frá, at Eysturoyar- og Sandoyartunlar, sum eru somu longd, sum Suðuroyartunnilin, kosta umleið 2,6 milliardir kr. Stjórin greiddi frá, at Suðuroyartunnilin sannlíkt fór at kosta tað sama umframt príshækkingar.
Er príshækkingin á undirsjóvartunlum frá 2019 til t.d. 2025 á 30%, so fer Suðuroyartunnilin at kosta umleið 3,4 milliard kr. Og verður lagdar 100-150 mió. kr. afturat fyri eyka trygd, so kostar Suðuroyartunnilin 3,55 milliardir kr.
Afturat Suðuroyartunlinum skulu gerast atknýttar verkætlanir: Vegaføring út í Skarvanes (Sandslíð er longu á langtíðarfíggjarlógini), nýggjur Sandvíkartunnil og vegaføringar í Sandvík og Hvalba.
Sandvíkartunnilin er uml. 2,5 km. langur. Verður kostnaðurin í nýggja Hvalbiartunlinum (2,5 km.) + vegagerð (uml. 4,2 km.) brúkt sum útgangsstøðið, so kostaði øll tann verkætlanin 272 mió. kr.
Verður aftur roknað við einari príshækkingin á 30%, so skulu 350 mió. kr. leggjast sjálvum Suðuroyartunlinum.
Tá verður samlaði kostnaðurin á Suðuroyartunlinum og atknýttum verkætlanum umleið 3,9 milliardir kr., sum helst kunnu fíggjast yvir 30 ella 40 ár, sum Landsverk eisini hevur víst á.
Nakað foreinklað kann sigast, at valið stendur ímillum at brúka 5,5-6,5 milliardir kr. uppá siglandi farleið um Suðuroyarfjørð ella at brúka 3,9 milliardir kr. uppá fast samband um Suðuroyarfjørð. Spurningurin er so, hvat er óðamannaverk?
Í Degi & Viku í kvøld varð (aftur) ført fram, at samfelagið hevur ikki ráð at gera Suðuroyartunnilin og at onki annað kann gerast, um farið verður undir Suðuroyartunnilin. Men man tað nú fara at passa?
Meðan Eysturoyar- og Sandoyartunlar – sum kosta 2,6 milliardir kr. – eru gjørdir, hava tað samstundis verið brúkar milliarda upphæddir uppá m.a. Glasir, H-Bygning, Viðareiðis- og Hvalbiartunlar, Dalstunnil, tunlar norður um Fjall, Fámjinstunnilin, nýggir landsvegir, Jákup Sverra, Erlu Kongsdóttir, 10tals milliónir til stovnar hjá Almannaverkinum, skúlar og so framvegis. Ikki heilt onki, vildu tey flestu tikið undir við.
Heldur enn at brúka orku uppá at mæla málið upp í skúm, so fari eg at mæla til, at PF Suðuroyartunnilin fær frið at gera allar kanningar og greiningar viðv. Suðuroyartunlinum lidnar. Tá kann málið viðgerast politiskt og ein niðurstøða gerast.
Eg eri ikki í iva um hvør niðurstøðan verður!
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar