VB-kvinnurnar á venjingarlegu í Danmark

Hondbóltskappingarárið nærkast og sum liður í fyrireikingunum til kappingarárið eru VB-kvinnurnar farnar á venjingarlegu í Danmark.

VB-kvinnurnar eru farnar Frederikshavn, har tær fara at luttaka í einari kapping, ið nevnist SEIF cup. Tær koma at spæla 1 dyst fríggjadagin, 2 dystir leygardagin og so verður eisini vant. VB-kvinnurnar koma heim aftur til Føroyar sunnudagin.

Facebook viðmerkingar