Hóast 4 umfør eru eftir at spæla í 2. deild, so hevur FC Suðuroy longu tryggjað sær uppflyting í 1. deild.
FC Suðuroy spældi í dag javnleik 1-1 ímóti Royn á Skørðunum í Hvalba. Og tá AB (nr. 3) samstundis tapti ímóti NSÍ (nr. 2), so er greitt at FC Suðuroy endar í øllum førum sum nr. 2 í 2. deild.
FC Suðuroy er í løtuni oddalið í 2. deild og hevur verið oddalið størsta partin av kappingini. FC Suðuroy hevur 46 stig, NSÍ 43 stig og AB hevur 36 stig.
4 umfør og 12 stig eru eftir at spæla um. FC Suðuroy hevur FC Hoyvík sum seinasta dyst, men FC Hoyvík er tveitt út úr kappingini, so tann dystin vinnur FC Suðuroy og fær 3 stig.
Harvið eer eisini greitt, at FC Suðuroy spælir í 1. deild komandi kappingarár.
Facebook viðmerkingar