Leygarkvøldið 16 sep. verður Salt á Tvøroyri karmur um um eitt stórfingið konsert/dansikvøld har nakrir av okkara fremstu sangarum, saman við einum topp klassa húsaokestri fara at spæla løg hjá Kim Larsen.
Teir sum syngja eru:
Ingi Poulsen- Eyðun Nolsøe- Fríði Sigmundsson og Ólavur av Váli
Húsaorkestri er: Høgni Fagraberg (gittar) John Johansen (bass) Magni Husgaard (tangentar) Henning Hjalt Nicodemussen (trummur)
Eisini verður DJ Cool (Martin Kjærbo) við.
Eitt gott høvið hjá suðuroyingum at hittast til hugna og góðan tónleik, og upplagt hjá fólkið norðanfjørðs at koma suður ein túr at uppliva bæði hetta, og alt annað oyggin hevur at bjóða.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo
Facebook viðmerkingar