Mánadagin 21. august byrjaðu tveir flokkar á Heilsuskúlanum. Talan er um ávíkavist ein flokk við heilsuhjálpara- og ein flokk við námsfrøðihjálparanæmingum.
Tað er altíð nakað serligt at taka ímóti nýggjum næmingum, og tað verður gjørt nógv fyri, at næmingarnir skulu fella væl til og fáa eina góða byrjan uppá skúlaskeiðið.
Fyrsta vikan er merkt av innleiðslu, kunning og sosialum tiltøkum, sum styrkja um trivnaðin og felagsskapin. M.a. fáa næmingarnir høvi at skipa fyri eini hugnaløtu, har tey bjóða lærarunum eina máltíð. Vanligt er hetta ein serstakliga góð løta, og hesa ferð var onki undantak.
Næmingarnir høvdu gjørt nógv burturúr og bjóðaðu m.a. sushi til matna. Eisini høvdu tey pyntað borðini og skipað fyri góðum undirhaldi.
Vit, starvsfólk her á skúlanum, ynskja næmingunum hjartaliga vælkomnum og blíðan byr í spennandi tíðini, sum er fyri framman.
Heilsuskúli Føroya er staðsettur í Suðuroynni, beint sunnanfyri Hovs bygd
Á Heilsuskúli Føroya ber til at lesa til heilsuhjálpara og -røktara, námsfrøðihjálpara, umframt at skúlin bjóðar vegleiðaraskeið fyri vegleiðarum á starvsvenjingarplássum.
Til dagligt eru seks hold undir útbúgving á skúlanum í senn, tvey á hvørjari útbúgving. Men frá 1. januar 2024 fer skúlin at taka inn næmingar til heilsurøktaraútbúgvingina, tvær ferðir um árið, og kemur talið á holdum sostatt upp á átta.
Heilsuskúli Føroya hevur orðblindalærara í starvi, sum kann útgreina fyri orðblindni og hjálpa teimum, sum longu hava staðfest orðblindni.
Skúlin bjóðar lektiukafé hvørja viku.
Facebook viðmerkingar