VÆLKOMIN TIL SUÐUROY
Misskil meg rætt. Eg eri ikki útiblíður. Men eg elski Suðuroynna. Sjálvandi ikki meiri enn Norðoyggjar. Tað vil so vera. Men øll eru vit føroyingar og saman eiga vit hendan vakra oyggjaflokkin í Norðuratlantshavinum. Hetta er okkara land. Og framtíðin er mín og tín ábyrgd.
Alt hevur sína tíð. Tann gamla bygdarutan. Postbáturin. Strandfaraskipini. Tey fyrstu bergholini. Bilasølurnar. Teir nógvu vegirnir. Tann nýggja bussleiðin. Tyrlusambandið. Flúgvingin út í heim. Ferðastreymurin til Føroya. Og nútímans tunlar undir firðir og sund.
Vit steðga ikki tíðini og ei heldur menningini av samfelagnum. Hvussu væl vit duga at liva, og hvussu góðar og rættar íløgurnar eru hjá einstaklinginum ella almennu Føroyum, er ein annar spurningur.
Vit kunnu seta okkara frálíku hugskot í rokniørk og biðja serfrøðina um hjálp at meta um útlitini frameftir. Men konjekturunum ráða vit ikki yvir og gongdin í samfelagnum er meiri óstýrilig enn bæði tú og eg. Føroyingar liva hvørki av sunnari fornuft ella av vøkrum dreymum. Men meiri av góðum málum og tí sum verður framt í verki.
Kanska vóru tað óðamannaætlanir, tá borað varð undir Vestmannasund og Leirvíksfjørð. At siga farvæl við Ternuna og Dúgvuna mundi helst kennast tungt hjá mongum. Og hví skuldi hoyvíksingar gjalda fyri, at klaksvíksingar ikki kundu binda frið har norðuri?
Kjakast varð av hægsta palli. Sterkar kenslur komu uppí. Hvussu raðfesta vit her í landinum. Fólk tosaðu um ørskapin, tørvin og tann mikla kostnaðin. Nakað, sum tey fægstu mundu hava stórt skil fyri. Ja, var tað veruliga so alneyðugt við einum tunli hjá vágafólki og norðoyingum, so skuldu hesi kravmiklu útjaðarafólkini gjalda sjálv.
Í dag liggur so ikki tann rokningin eftir. At vit eisini hava goldið ríkiligt við eini øktari privatbilismu, er ein partur av prísinum.
Hvør einasti metur, sum verður boraður gjøgnum fjøll og basaltfláir, skal so ella so fíggjast. Føroyingar mugu gera semjur. Og ikki bara hugsa um okkum sjálvi.
Men vit síggja ikki so langt fram í tíðina.
Í dag er Eysturoyartunnilin veruleiki, og um ársskiftið er koyrandi til Sandoynna. Gamalt var, at hevði tú sagt A noyddist tú eisini at at siga B. At Suðuroyggin í allar ævir skal sigla sín egna sjógv nakrar fjórðingar frá meginlandinum gevur onga meining.
Vit liva ikki longur í einum bilfríum samfelag við smáum ferjum siglandi millum oyggjarnar. Tað er nógv ferð á føroyinginum. Kanska ov nógv, vildi onkur sagt. Føroyingar eru í sama báti (hóast vit koyra í hvør sínum bili). Seinastu hálvu øldina hava vit politiskt raðfest vegakervið høgt. Hetta hevur eisini ført okkum frameftir. Vit skulu jú øll hava somu møguleikar. Tað skal ikki gerast munur á suðuroyingum og norðoyingum. Uttan at gera meg klókan uppá rentustøði og gjaldstreytir og møguligar tekniskar avbjóðingar í samband við ein Suðuroyartunnil, so vil ov nógv drál og búskaparligar undarførslur helst bara gera verkætlanina dýrari og meira møtismikla. Tí vit kunnu altíð spyrja nær lagaliga løtan er.
Sjálvandi skal ikki farast fram í óðum verki, men gamalt og bíbilskt er, at tann, sum altíð kannar eftir vindinum, kemur ikki at sáa, og tann, sum altíð hyggur eftir skýggjunum, kemur ikki til at heysta.
Vit kunnu tosa leingi og rokna okkum móð, men tey neyvu og røttu tølini, hvat tað kostar at byggja nýtt skip til Suðuroyarleiðina ella at reka Smyrli við øllum sínum avloysarafergum, fáa vit ongantíð. Ei heldur, hvat suðuroyarfjørðurin kostar í mistari arbeiðstíð ella í gevandi samveru. Vit kenna ikki framtíðina. Tað er skilligt, at flest allir suðuroyingar ynskja fast samband við restina av Føroyum. Men norðoyingar hava sanniliga eisini brúk fyri suðuroyingum.
Í Suðuroy er fagurt og frítt. Og har er nógv gott byggilendi. Í møguleikans landi ber alt til. Tað er ein framíhjárættur at vera føroyingur. Í framtíðini vilja fólk leita til friðin og vakurleikan. Hoyra ta góðu søguna og sangin. Nógv ferðafólk vilja koma til landið. Um nøkur ár kann Drelnes ella Vágur, við slóðbrótandi millumlandasigling til Skotlands, verða nýggi portalurin úr Føroyum og út í heim.
Vit mugu sum tjóð standa saman. Og lata fólk á bygd og bý hava javnbjóðis møguleikar. Tað skal vera pláss fyri okkum øllum í einum samhaldsføstum samfelagi.
At Føroyar eiga ein vakran og spennandi høvuðsstað, sum dregur tað nógva til sín, góðtaka og virða føroyingar. Men okkara fámenta land er størri og ríkari enn tey flestu geva sær fær um. Vinarbond, kappingarhugur og samstarv røkka tvørtur um kommunumørk. Og tað ger íløguhugurin sanniliga eisini. Og tann dagin politiska valdið í Føroyum sær týdningin av desentralisering, er helst nógv vunnið hjá tí strongda føroyinginum.
Vit hava øll loyvi at droyma.
Um nøkur fá ár kunnu fólk av Viðareiði koyra til Sumbiar – enntá uttan at skula umvegis Tórshavn. Kanska er tað eisini gott hjá havnafólki, sum skjótt eru farin at kvalast av allari bilferðsluni í býnum.
Vit mugu ikki gloyma, at tað er eitt stórt frælsi at ferðast frítt í egnum landi. Men vit skulu sjálvandi ikki koyra meira í bili fyri at gjalda tunlarnar skjótari niður. Tað munnu finnast aðrar betri skipanir, sum eisini taka atlit til umhvørvið og fólkaheilsuna í landinum.
Smyril hevur verið suðuroyingum og øllum føroyingum góður. Men alt hevur sina tíð. Ja, hvørt skip, hvør kai og ferga. Nýggir tankar skulu sjósetast. Vakrir dreymar skulu festa búgv. Í okkara arbeiði. Í okkara húsum. Í okkara børnum. Og í okkara góðu framtíðarætlanum.
Eg trúgvi, at Suðuroyggin fer at fáa eina blómandi framtíð. Hvønn týdning tað fær fyri trivnaðin á oynni, fyri vinnulívið og framtakshugin, fyri húsaprísin og fólkavøksturin, fyri skúlaskapin og mentanina, fyri upplivingarbúskapin og ferðavinnuna …, ja, tað kann hvør í sínum lagi ímynda sær.
Sjálvandi eru føroyingar so frægir í orði og verki, at tunnilin til Suðuroyar gerst veruleiki. Tað er onki at bíða við. Eg haldi eisini at nógvir norðoyingar síggja tað skilagóða í hesum. Tað ber ikki til at klíva eitt fólk í tvey. Í dag eru fýra av fimm undirsjóvartunlum komnir á Føroyakortið! Og tað er ikki ráðiligt at steðga nú.
Vælkomin til Suðuroy!
Facebook viðmerkingar