Annika Magnussen Gaard, gudfrøðingur, verður prestvígd í Dómkirkjuni sunnudagin 17. september 2023 kl. 11.00. Hon er kallað at vera sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti á Tvøroyri frá 1. oktober.
Annika er 33 ára gomul, og er úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn á sumri 2022. Á heysti sama árið, gekk hon á Pastoralseminariinum, har hon var í starvsvenjing í kirkjuni í Vangede.
Mannagongdin, tá eitt embæti sum sóknarprestur verður sett er, at kirkjuráðini velja prestin og gera eina innstilling. Landsstýriskvinnan í kirkjumálum setir sóknarprestin í embætið. Biskupur er fyrisitingarligur leiðari.
Siðvenjan er, at prestvígslan er í Dómkirkjuni, tí hon umboðar tað yvirskipaða og alheimskirkjuna. Seinni skipar dómprósturin prestin í embætið í sóknarkirkjuni. Tá verður prestur sóknarprestur, t.e. bundin at síni egnu sókn. Soleiðis verður virkisøkið avmarkað í mun til alheimskirkjuna, og sóknarpresturin fær kallið í sínum egna nærumhvørvi.
Innsetingar gudstænasta, har Annika verður skipað í embæti, verður í Tvøroyrar kirkju í fyrru helvt av oktober.
Í komandi starvinum sum sóknarprestur í Suðuroyar Norðara prestagjaldi, sigur Annika, at hon gleðir hon seg til at koma út millum fólkið, at skapa góð sambond, og at brúka sína teologisku vitan. Hon gleðir seg somuleiðis til samstarvið við kirkjuráðini, kirkjutænararnar og sóknarprestarnar.
Í Suðuroynni eru tríggir sóknarprestar, sum arbeiða saman í einum toymi.
Facebook viðmerkingar