Landsliðsvenjarin hevur úttikið føroyska WU19 hópin til vinardystirnar móti Litava seinni í september.
Sum liður í fyrireikingunum til EM undankappingina í heyst, har Føroyar á fyrsta sinni skulu spæla við í A-deildini hjá UEFA, hava føroysku U19 genturnar tveir vinardystir á skránni í sonevnda september-vindeyganum. Mótstøðuliðið er Litava, og liðini bresta saman 22. og 24. september í Kaunas.
Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hevur nú úttikið tær 18 spælararnar, sum tilsamans mynda hópin til dystirnar.
Tær úttiknu eru hesar:
Lisa Haraldsen, 07 Vestur
Petra Hoydal, AaB (Danmark)
Súsanna Laksafoss Godtfred, B36
Marita Lisberg, EBS/Skála
Sólja Ernstdóttir, EBS/Skála
Teresa Jacobsen, HB
Astrid Mittfoss, HB
Fríða M. Jakobsen, HB
Anna Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Jórun N. Patawary, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Agatha K. Djurhuus, TB/FCS/Royn
Rakul Sørensen, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur
Gunvá Lutzen, Vildbjerg (Danmark)
Eftir dystirnar hava U19 genturnar tvær venjingar á skránni heima í Føroyum í oktober, áðrenn leiðin gongur til Belgia at spæla EM undankapping 23.10 – 01.11; tá eru Føroyar í bólki saman við Belgia, Írlandi og Hollandi.
Facebook viðmerkingar