Hvussu kann barnaverndin hjálpa?

Herfyri kom filmur út, ið SIG FRÁ og Barnaverndarstova Føroya saman hava framleitt. Filmurin vísir, hvussu barnaverndin kann hjálpa, tá tørvur er á tí. Barnaverndartænasturnar hava ábyrgd av, at børn í teirra øki, sum hava brúk fyri tí, fáa neyðugu hjálpina. Veitst tú, hvør kann venda sær til barnaverndartænastuna? Veitst tú, hvussu barnaverndartænastan arbeiðir? Veitst tú, at tú hevur skyldu at boða barnaverndartænastuni frá, um tú stúrir um trivnað og menning hjá einum barni? Øllum hesum verður greitt frá í filminum.

Sí her fyri filmin á føroyskum máli

Sí her fyri fimin á enskum máli

Facebook viðmerkingar