Eyðtór Eyðsteinsson Joensen á U16 landsliðið

Fróði Benjaminsen hevur úttikin hópin, ið skal taka lut á Pinatar Cup 2023, sum verður í Spania frá 17. til 22. september

Ein spennandi avbjóðing stendur fyri framman hjá U16-landsliðnum við dreingjum, sum seinni í mánaðinum fer til Spania at taka lut í Pinatar Cup 2023.

Talan er um eina 4-landakapping millum Føroyar, Skotland, Pólland og Sveis. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani ein finala og dystur um 3. plássið.

Hálvfinalurnar verða spældar 19. september. Tá møtast Føroyar og Skotland, og Pólland og Sveisi. Finalan og dysturin um 3. plássið eru á skránni 22. september.

Hópurin
Dávid Høgnason, B36
Rasmus Emil Poulsen, B36
Djóni Sivertsen, B36
Ragnar Heinason, HB
Silas B. Joensen, HB
Rani Johannesen, HB
Jógvan í Skála, HB
Jógvan í Lon, HB
Páll Múller, KÍ
Tróndur Sjúrðarson, NSÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Pauli Richardson, NSÍ
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, Royn
Jeffri Dulavík Berg, Skála
Jens Eiler Samson, Víkingur
Kristian Jacobsen, Víkingur
Mattias Møberg, Viborg FF (Danmark)
Kasper Jonhard Jensen, SGI/SSK (Danmark)

Facebook viðmerkingar