Cateringfólk til Smyril

Søkt verður eftir trimum ágrýtnum og fyrikomandi cateringfólkum, at byrja í starvi 1.oktober 2023. 

Um starvið

Talan er um tvey fulltíðarstørv, har annað starvið er tíðaravmarkað til eitt ár, starv við 0,667 arbeiðsbrøki. Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Smyrli. Arbeiðstíðin fyri fulltíðarstarvið er eina viku umborð og eina viku frí. Arbeiðstíðin fyri 0,667 brøk er eina viku umborð og tvær vikur frí. Dagliga farleiðin hjá Smyrli er millum Tvøroyri og Tórshavn. Umstøður eru at búgva umborð.

Starvið fevnir um alt vanligt kafeteria- og kioskarbeiði, harumframt reingerð og viðlíkahald. Tað er m.a. uppreiðing, viðlíkahald og reingerð av ábyrgdarøkjum á skipinum, uppfylling av vøru og annað fyrifallandi arbeiði. Tú skalt eisini veita okkara ferðafólkum eina góða tænastu.

Sum cateringfólk vænta vit at tú hevur:

·       Heilsuváttan (bláu bók)

·       Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

Onnur viðkomandi krøv, at tú:

·       Tryggjar eitt høgt reinførisstøði, bæði innan matgerð og ferðafólkaøkir. 

·       Hevur sera góðan røkjuskap

·       Dugir at arbeiða sjálvstøðugt, eins og í toymi

·       Trívist í einum starvi, sum til tíðir krevur kvikleika

·       Ert tænastusinnað/ur, smílandi og fyrikomandi

·       Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum ella á donskum og enskum

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður lønt í lønarflokki 6. 

Umsóknarfreistin er 17. september 2023 á miðnátt. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Tænastuleiðarar á tlf. +298 293046, ella teldupost smyril.catering@ssl.fo.

Facebook viðmerkingar