Fastlønt arbeiðsfólk/maskinførari til suðurøkið

Vilt tú vera við til at tryggja, at samfelagshjólini mala, og fólk sleppa til arbeiðis hvønn morgun? Nú hevur tú møguleikan. Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsfólki/maskinførara til Suðuroynna at byrja skjótast gjørligt. 

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða. 

Førleikakrøv
Viðkomandi royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið og vera førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur og vælskipað/-ur. 

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti, og tí er tað umráðandi , at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanarviðurskifti 
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Tín fasti arbeiðsstaður er í Øravík, men roknast kann eisini við arbeiði á viðlíkahaldinum og framleiðsluni aðrastaðni á Virkisdeildini.

Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði. Hetta ger seg serliga galdandi í vetrarhálvuni. 

Umsóknir
Umsókn og lívsrensl (cv) skal sendast við at trýsta á “Send umsókn” og vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. september 2023.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rene Thomsen, formann, á tlf. 290 902, teldupost: reth@lv.fo.

Facebook viðmerkingar