Einki annað mál hevur størri týdning fyri suðuroyingar

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Suðuroyartunnilin

Spurningar:
1. Nær í ár verður uppskot til verklagslóg fyri Suðuroyartunnilin lagt fyri Løgtingið?

Viðmerkingar:
Suðuroyingar eru av sonnum farnir at ótolnast eftir, nær verklagslógin fyri komandi Suðuroyartunnilin verður løgd fyri Løgtingið. Verklagslógin er avgerandi fyri, at arbeiðið veruliga kann byrja.

Undanfarna samgonga valdi ikki at raðfesta Suðuroyartunnilin, tí setti hendan samgongan ferð á neyðugu undankanningarnar, sum verða lidnar í heyst/vetur.

Tað er onki annað mál, sum hevur størri týdning fyri suðuroyingar, enn komandi Suðuroytunnilin.

Tunnilin er framtíðin fyri oynna og einasti vegur at fáa atgongd til allan arbeiðsmarknaðin og framburðin í Føroyum, ið restin av føroyingum hava notið gott av seinastu mongu árini.

Fólkið og vinnan í oynni ynskja ikki betri sømdir enn onnur í Føroyum – men somu sømdir.

Hóast fólkatalið í Føroyum er hækkað munandi seinastu árini, so er fólkatalið í Suðuroynni minkað og sosiali ójavnin hevur ongantíð verið størri. Haldførið í Suðuroynni er hótt, og javnvágin er ikki til at fáa eyga á. Føroyar hava ikki ráð til at lata 10% av føroya fólki sigla sín egna sjógv.

Fólk, sum enn búleikast í oynni, meta Suðuroynna hægri enn nakað annað.

Møguleikarnir í oynni eru óendaliga stórir og vil tað verða sjón fyri søgn, tá tunnilsarbeiðið byrjar. Tá vil framburðurin eisini røkka Suðuroynni, til gagns fyri allar Føroyar.

Á Løgtingi, 12. september 2023
Bjarni Hammer

Facebook viðmerkingar