Kvøldskúlaskráin, sum eitur Eftirgróður, inniheldur lýsingar av øllum skeiðunum, sum kvøldskúlin skipar fyri í heyst og í vetur. Í skránni er eisini útvald tiltøk, sum Miðlatún og FabLab skipað fyri. Somuleiðis eru ymiskar greinar at lesa – greinar sum hóska til eina kvøldskúlaskrá.
Okur hava í ár roynt at varðveita tey vælumtóktu skeiðini. Harafturat eru okur komin við nýggjum skeiðum. Í ár hava okur eisini lagt dent á, at fáa fleiri styttri skeið í skránna, tí tey styttri skeiðini vísa sjeg at hava stóran áhuga millum fólk. Hetta merkir, at í skránni eru fleiri ein-dags skeið til t.d. glas og, sum nakað nýtt, at endur-gera gamlar myndir. Hyggið í blaðið og fái íblástur – úrvalið er stórt hetta skúlaárið. Sigur Tina Grønbech Tausen.
Navnið bleiv Eftirgróður, sum Niels Petur Nolsøe kom við. Um navnið segði Niels Petur;
“Kvøldskúlin er fyri fólk, sum hava nomið sær førleikar og ynskja at byggja uppá hesar. Tað er ein slags eftirgróður, sum fólk eru í holt við.”
Sprotin sigur, at eftirgróður er; gras sum grør á bønum eftir at sligið er.
Kvøldskúlaskráin kann lesast talgilt her.
Facebook viðmerkingar