Í ár verður Vísindavøkan á ferð kring landið í tíðarskeiðinum 11. til 20. september. Talan er um fimm tiltøk, í Klaksvík, Runavík, Sørvági, á Sandi, og í Vági. Hesi verða øll skipað eftir sama leisti.
Á hvørjum tiltaki verða tvær ella tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum og øðrum frá ymsum stovnunum.
Klaksvíkar Bókasavn mánakvøldið 11. september kl. 19
El Niño og føroyskt havklima
Hjálmar Hátún, Havstovan
Sjósíl í Føroyum
Kirstin Eliasen, Fiskaaling
Grevsturin við Borðoyarvík
Ann Sølvia S. Purkhus, Tjóðsavnið
Bókasavnið við Løkin týskvøldið 12. september kl. 19
Nýtslurættindi í føroysku fiski- og alivinnuni
Zvonko Mrdalo, Fróðskaparsetrið
Havmyndil fyri bæði ytri og innaru leiðirnar
Knud Simonsen, Fróðskaparsetrið
Sands Bókasavn hóskvøldið 14. september kl. 19
Ílegukanningar og títtleiki av arvaligum sjúkum í Føroyum
Katrin Eivindardóttir Danielsen, Heilsugranskingareindin
Tá allir prestar vóru føroyingar, og sandsprestur Eisenberg varð valdur til próst
Jákup Reinert Hansen, Fróðskaparsetrið
Sørvágs Bókasavn mánakvøldið 18. september kl. 19
Hví er páskamysingin á páskum?
Bogi Hansen, Havstovan
FarGen – fyrstu úrslitini
Noomi O. Gregersen, FarGen
Dálkandi evni í grindahvali – frá móður til fostur
Katrin Hoydal, Umhvørvisstovan
Miðlatún í Vági mikukvøldið 20. september kl. 18.30
Granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í Suðuroy
Helgi Winther Olsen, Fróðskaparsetrið
Alduorka í Føroyum
Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið
Facebook viðmerkingar