Betri: Vit hava áður víst á, at bústaðarmynstrið í Føroyum er einstáttað, og at meginparturin av bústøðum er sethús. Vit síggja tó, at talið av íbúðarsølum er nógv vaksið seinnu árini.
Endamálið við greinini er at vísa gongdina á íbúðarprísum frá 2016 til 2023. Enn eru íbúðarsølurnar uttan fyri høvuðsstaðin fáar í tali. Tí fevnir uppgerðin bert um íbúðir í Tórshavn, undir hesum Hoyvík og Argir.
Í fjør vóru 125 íbúðir seldar í høvuðsstaðarøkinum. Tað eru á leið 75 íbúðir fleiri enn í árunum 2016-2018, tá talið lá um 50 íbúðir um árið. Seinastu árini hevur talið av íbúðarsølum í Tórshavn verið á sama støði sum talið av sethúsasølum. Fyrra hálvár í ár vóru 44 íbúðir og 47 sethús seld í høvuðsstaðarøkinum.
Les mmeiri her.
Facebook viðmerkingar