Staka varð stovnað í 2004 av íslendingum búðsitandi í Keypmannahavn, og hevði sum eitt hjartamál, at umboða tann ríka íslendska kór-tónleikaarvin.
Í dag eru eisini nakrir einkultir danskarar og ein fámjiningur við í kórinum, sum síðan 2018 hevur verði stjórnað av Tóru Vestergaard.Tóra, sum virkar sum tónleikari og kórleiðari burturav, er væl kend í kór-umhvørvinum í Føroyum – hetta eitt nú í samband við Ólavsøkukórið. Hon hevði tó sínar fyrstu royndir innan kór, tá hon byrjaði at syngja við Ljómi sum 15 ára gomul, og
er hetta eisini orsøkin til, at konsertin við Staka verður júst í Vágs Kirkju.
Kórið hevur eitt breitt repertoire, og hetta kvøldið leiður tónleikurin áhoyraran ígjøgnum eitt heilt árshjól; frá vetrarmyrkri og stormi til spríkjandi vár og summarnætur, frá halloween við pruttlandi heksagrýtum til festliga jólaveitslu og kláran himmal við syngjandi glas-stjørnum.
Tað væl blandaða repertoirið hevur útsetingar hjá millum øðrum: Jón Ásgeirsson, Eric Whitacre, Ēriks Ešenvalds, Kára Bæk, Paula í Sandagerði og Tóru Vestergaard.
Konsertin er ókeypis og verður í Vágs Kirkju hóskvøldið 21/9 kl.20.00
Tað verður tó møguligt at stuðla við at leggja eitt oyra í ein tunnu.
Facebook viðmerkingar