Áhugin var stórur fyri aliverkstovuni, sum nýggi Depilin fyri havmyndlan á Setrinum skipaði fyri í dag saman við Sp/f RAO og Sjóvartrygging
Verkstovan var hildin í Kongshøll á Setrinum, og hon var serliga ætlað aliformonnum umframt veitarum og ráðgevum, sum dagliga arbeiða við aling á sjónum.
Á hesi fyrstu verkstovuni hjá Deplinum fyri havmyndlan varð dentur lagdur á at gjøgnumganga norska standardin, NS 9415, tá tað ræður um føroysk viðurskifti.
Hetta varð gjørt við framløgum frá granskarum og ráðgevum frá Setrinum, RAO og Fiskaaling. Eisini var høvi at hoyra um, hvat Veðurstova Føroya arbeiðir við og um framtíðarætlanirnar á havmyndlaøkinum á Setrinum.
Ætlanin er, at sjógvalarar á henda hátt javnan skulu hittast í fakligum kørmum, og at vinnulívsfólk og granskarar soleiðis fáa høvi til at skifta orð um tær avbjóðingar, sum eru, og tær loysnir, sum kunnu vera á trupulleikunum.
Knud Simonsen, lektari á Náttúruvísindadeildini, stendur á odda fyri Havmyndladeplinum, og hann frøist um góðu undirtøkuna, sum var til fakliga tiltakið í dag.
– Uppmøtingin í dag er ófør. Her eru aliformenn úr øllum landinum, og mín vón er, at vinnulívið eisini vil nýta hetta høvið til at geva sítt íkast til framløgurnar á komandi tiltøkunum, segði hann í steðginum á verkstovuni.
Fleiri myndir her.
Facebook viðmerkingar