Gull-dystur á Eiðinum leygardagin

Leygardagin tekur FC Suðuroy ímóti 07 Vestur á Eiðinum í Vági í gull-dysti í 2. deild.

FC Suðuroy hevur vunnið 2. deild og tryggjað sær sess í 1. deild komandi kappingarár.

Leygardagin verður seinasti dystur hjá FC Suðuroy í ár. Dysturin byrjar kl. 12.45 og sum vant, so verður stroymt frá dystinum á Youtube rásini hjá FC Suðuroy, FC Suðuroy TV.

Facebook viðmerkingar