Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur síðani 2. Oktober verið í verkfalli. Síðani tá er verkfallið alsamt víðkað, og frá í morgin fevnir tað um 40 deildir á øllum trimum sjúkrahúsum.
Allar seingjardeildir hava longu verið í verkfalli í 17 dagar, og eftir tað, er arbeiðið lagt niður á øllum skurðdeildum og flestu amubulatorium. Verkfallið fevnir harumframt um skaðastovurnar á øllum trimum sjúkrahúsum, og í morgin fer skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi eisini í verkfall.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur hetta tíðarskeiðið tikið ábyrgd, og givið tey undantøk, ið skulu til fyri, at lív ikki verða sett í vága.
Vit hava víst vilja at finna loysnir. Samstundis uppliva vit larmandi tøgn og lívshættisligt treiskni frá Fíggjarmálaráðnum, ið, enn sum áður, noktar at samráðast.
Okkara stríð snýr seg um at tryggja haldførið í sjúkrarøktini, eitt stríð, ið landsins myndugleikar áttu at barst saman við okkum, heldur enn at sita hendur í favn og bíða til ov seint er.
Verkfallið er nú á:
Landssjúkrahúsið
Seingjardeild A2
Seingjardeild A3
Seingjardeild B5
Seingjardeild B6
Seingjardeild B8
Seingjardeild G1
Seingjardeild G4
Seingjardeild P40PA
Seingjardeild P40PI
Skurðdeildin
Skaðastovan
Dagskurð
Viðrakning
Ortopediskt ambulatorium
Skaða ambulatorium
Urologiskt ambulatorium
Mammae ambulatorium
Parenkym ambulatorium
Gynækologiskt ambulatorium
Sár ambulatorium
Klin/Fys ambulatorium
Húð ambulatorium
Diabetes ambulatorium
Kardiologiskt ambulatorium
Hjartarehabilitering
Lunga ambulatorium
Neurologiskt ambulatorium
Klaksvíkar Sjúkrahús
Seingjardeild KS3
Skurðdeildin
Skaðastovan
Almen kirurgiskt ambulatorium
Ortopædiskt ambulatorium
Urologiskt ambulatorium
Svøvn ambulatorium
Suðuroyar Sjúkrahús
Seingjardeildin
Skurðdeildin
Skaðastovan
Pínuklikkin
Kardiologiskt ambulatorium
Skaða ambulatorium
Facebook viðmerkingar