Russarasáttmálin

Sagt verður, at nógv broytist á mansins ævi. Nú kann kanska sigast: Lagnunar speisemi.

Í 1977 fór ein føroysk sendinevnd yvir til Moskva. Sjálvur havi eg altíð hildið, at tað var í 1978, men helst fari eg skeivur har. Hendan sendinevndin skuldi gera ein sáttmála við Russland um umbýti av fiskavørum. Føroyingar høvdu tá bara svartkjaft og hvørki sild ella makreli at bjóða russarum, vørur, sum vit kundu lata í býti fyri, at føroyingar sluppu at fiska í Barentshavinum.
Tann, sum stóð á odda fyri sendinevndini, var Atli Dam, løgmaður, sáli. Petur Reinert, sáli, ið var fiskaríministari, hevði fingið fráfall. Í hansara stað kom Finnbogi Ísakson, sáli. Einar Kallsberg, sáli, fulltrúi í landsstýrinum var eisini við.
Ein annar á ferðini var Jógvan Arge, tíðindamaður, sum umboðaði ÍSF. Hann hevði ein stóran grindaknív í viðførinum, og tað gav honum stórar trupulleikar at koma gjøgnum tollin við tí. Tveir dagar gingu, áðrenn hann fekk viðførið aftur.
Hjalti í Jákupsstovu var við sum fiskiserfrøðingur.
Síðani komu eg, Mortan Johannesen, umboðandi feskfiskaflotan, og systkinabarnið Mortan Johannesen, (Mortan a Enniberg), ið umboðaði saltfiskaflotan, sum støðan var tá.
Johan á Plógv var eisini við. Hann umboðaði rækjufiskaríið.

Reytt teppi.
Vit fóru úr Keypmannahavn í einum russiskum Aeroflotflogfari. Servicin umborð var sera góð. Tað fyrsta, vit fingu bjóðað umborð, var eitt glas við reyðvíni, og síðani alt hitt, sum hoyrdi til.
Komnir til Moskva, løgdu vit til merkis, at har vóru tvær inngongir til komuhøllina. Onnur við reyðum teppi á gólvinum, og har vóru vit vístir at fara. Tá vit komu, tók russiski fiskimálaráðharrin Alexander Ischkov ímóti okkum. Løgmaður og hann kendust væl. Vit vóru bodnir til ein fínan døgverða um kvøldið. So var tann dagurin yvirstaðin.
Dagin eftir var ymiskt á skránni, men tað serstaka við hesum degnum, var, at vit sluppu at heilsa uppá Lenin. Hann lá í eini glasmontru við tí eyðkenda keppinum á høvdinum. Hóast tað var heimsins longsta bíðirøð, komu tveir russar við nógvum medaljum á bringuni og lótu okkum sleppa fyrst framat.

Russisk skip í føroyskar havnir.
Seinasta dagin aftaná samráðingar og nógv tos, fóru vit inn í eitt høli, har tey bjóðaðu okkum kaffi og kaviar. Við eitt lítið borð komu Atli Dam og eg at sita saman, og yvir av okkum við sama borð sat Alexander Ischkov saman við einum tulki.
Tað, sum Alexander Ischkov spurdi Atla Dam tá, gloymi eg ikki. Spurningurin hjá Alexander Ischkov var, um tey russisku skipini, sum fiskaðu undir Føroyum, kundu koma inn á tær føroysku havnirnar at umskipa vørurnar. Atli Dam svaraði honum, at tað vildi hann ógvuliga fegin, men tað var ávís mótstøða ímóti tí. Her vísti Atli Dam til Fólkaflokkin. So tað máttu russar í fyrstu syftu gloyma alt um at fáa loyvi til.
So enda vit hetta um Russland.

Lagnunar speisemi.
Tá vit komu heim, og sáttmálin var undirskrivaður, kundi lesast í Dagblaðnum: At fara eystur í Barentshavið at fiska kundi sammetast við at fara í Istedgade at leita sær eftir einum konufólki.
Sjálvandi tók eg tað mær nær, tí eg fiskaði sjálvur í Barentshavinum tá.
Kann man ikki kalla hetta fyri lagnunar speisemi?
Í Halgubók stendur: Har sum skattur tín er, er altíð hjartað títt eisini.
Vit menniskju eru so ymisk.

Mortan Johannesen
Føgrulíð 3

Facebook viðmerkingar